Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Línubátarnir undir Íslandi lakan fiskiskap

Oliver Joensen

Í fjørð bjargaði íslandskvotan fleiri av størru útróðrarbátunum, men sum sær út í løtuni, er fiskiskapurin í ár, langt frá tí hann var í 2012.

So vítt okkum kunnugt, so eru teir tríggir útróðrarbátar, ið eru við snellu undir Íslandi. Teir eru Líðhamar, Norðsøki og Tindur.

Norðsøki og Tindur eru í Oyggjunum í løtuni og leggja veiðuna upp. Tindur hevði um 14.000 pund eftir trimum døgum, ímeðan Norðsøki hevði 30.000 pund eftir fimm døgum. Hetta er munin minni fiskiskapur enn í fjørð.

Líðhamar hespast úti enn, teir hava roynt í 7 dagar, og hava um 45.000 pund inni. Líðhamar kann royna einar tríggjar dagar afturat áðrenn teir fara at sigla heim. Petur Joleif, skipari á Líðhamri, segði fyri løtu síðani, at veðrið var av tí allar besta, men at fiskiskapurin var onki at reypa av. 

Sum skilst, so vilja virkini í Vestmanaoyggjunum ikki hava fisk sum er eldri enn fimm dagar, og tí valdu Tindur og Norðsøki at leggja veiðuna upp har og fara út aftur á nýggjan túr, ímeðan Líðhamar hevur valt at royna tíðina og síðani koma heim við fiskinum. 

Harleywoodpaint