Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Línufiskiskapurin um at fara í søguna

Oliver Joensen

Í blaðnum ídag (hósdagin 12. sept.), hevur Jógvan Hugo Gardar eina sera áhugaverda og sigandi grein um norsku línuveiðuna.

Í blaðnum ídag (hósdagin 12. sept.), hevur Jógvan Hugo Gardar eina sera áhugaverda og sigandi grein um norsku línuveiðuna.

Tað undrar her hjá okkum, her útróðrarflotin nærum er horvin og ilt hevur verið hjá línuskipunum í heilatikið at fáa fólk, tí inntøkan er so lág, og ikki minst undrar tað at føroyskir fiskimenn flyta til Noregs at arbeiða eisini júst umborð á línubátum, alt ímeðan norskir politikarar staðfesta, at línufiskiskapur teirra er í kreppu og tí skal hava 80 milliónir úr norska statskassanum.

Herheima sita politikar hendur í favn og hyggja omanyvir eina nærfiskivinnu, sum nærum er steðgað upp og ein línubátaflota, ið illa megnar at svara hvørjum sítt. Tað einasta vit hoyra er, at ”veiðutrýstið er og høgt”, so sova vit víðari og rokna við at tað er allur sannleikin.

Lesur tú greinina í blaðnum ídag, so er trupulleikin hjá normonnum ikki at teir hava og lítið av fiski, nei, teir hava ovmikið av fiski og alíkavæl klárar línuveiðan seg ikki, hetta orsakað av kapping frá øðrum fiski og frá traditionellum marknaðum, sum í løtuni liggja i andaleypi.

Í Føroyum hava vit júst somu trupuleikar sum normenn, nevniliga at fiskaprísirnir eru ov lágir. Men harafturat hava vit ein stóran trupulleika, og tað er, at vit hava ov lítið av fiski.

Vit hoyra søgur úr Noregi, at afturat tí sum nú liggur í kortunum, at norski landskassin skal gjalda, so gjalda kommunur ískoyti til eitt nú egning til útróðrarbátar og harafturat ymiskar aðrar ókeypis tænastur til teirra, ið vilja rógva út.

Okkara politikarar eiga nú at taka fiskivinnupolitikkin upp til nýggja viðgerð og hjálpa vinnuni at gera okkara fiskatilfeingið meira áhugavert hjá brúkarum og samstundis stuðla vinnuni at menna úrdráttirnar úr botnfiskasløgunum, soleiðis at hesir úrdráttir kunnu vera meira kappingarførir við eitt nú alilaksin og aðrar matvørur í kappast við fiskin á teim ymsu marknaðum.

Longu fyri umleið 50 árum síðani byrjaðu flakavirkir her á landi at framleiða. Gamaní er nógv broytt á virkjunum síðani tá, men tað skerst ikki burtur, at alivinnan er fleiri fet frammanfyri, bæði í góðsku, og marknaðarføring, og tí eiga vit helst at fara at hyggja eitt sindur eftir tí sum normenn gera í løtuni.

Hevur norska fiskivinnan brúk fyri kreppuhjálp, nú teir eru um at ganga undir í fiski, so er eyðvitað, at okkara heimliga húkaveiða má hava ein tørv, sum er fleiri ferðir tann norska.

Les greinina hjá Jógvan Hugo Gardar her >>