Hósdagin í síðstu viku var samkoma á Hotel Klaksvík, har nýggi línukastarin var alment sýndur fram.
Tað er Andras Samson, sum eigur hugskotið til línukastaran. Andras, ið hevur verið sjómaður stóran part av sínum lívi, hevur mangan hugsað um gjørt okkurt, sum gjørdi tað lættari at kasta línu millum skip. Í byrjanini á árinum fór hann so í gongd við at evna eina prototypu til. Tá hann royndi kastaran omanfyri húsini hjá sær, og sá hvussu væl hann riggaði, avgjørdi hann at arbeiða víðari við línukastaranum.
Síðani í summar hevur hann miðvíst arbeitt við prosjektinum. Hann sigur, at um hann ikki hevði fingið góða hjálp frá øðrum, so hevði hann ikki komið á mál. Tískil er hann sera fegin um ta hjálp, ið hann hevur fingið. M.a hevur Pomek hjálpt honum at gera tær ymisku tillagingar.
Kastarin er soleiðis evnaður til, at hann stendur fastur á dekkinum. Einamest eru tað partrolarar, ið kasta línu millum skipini tá teir trola, sum Andras hevur havt í huganum, men eisini onnur skip hava av og á brúk fyri at kasta línu.
Eitt par í Klaksvík og Christian í Grótinum hava roynt nýggja uppfinnilsið við góðum úrsliti.
Tað er Vónin sum stendur fyri marknaðarføringini av kastaranum. Eystein Elttør, marknaðarleiðari, vísur á, at teir hava góðar kontaktir við fiskivinnuna í Føroyum og uttanlands, og rokna teir tí við at kunna brúka hesi netverk í marknaðarføringini. Í fyrstu atløgu er ætlanin, at marknaðarføra kastaran í Føroyum, hóast marknaðurin ikki er so stórur. Í Føroyum eru 26 partrolarar, umframt flótitrolarar ið partrola sum eru potentiellir kundar. Harumframt heldur Eystein Elttør, at onnur skip eisini hava brúk fyri einum línukastara. Eitt nú hugsar hann um ferðamannaskip.
Hóast markaðarleiðarin í fyrstu atløgu hugsar um heimliga flotan, so sær hann stórar møguleikar uttanlands. Eitt nú nevnir hann, at Íslendingar og Fraklendingar sum eru farnir at partrola, kunnu gera sær dælt av hesi nýggju maskinuni. Harafturat sær hann góðar møguleikar umborð á supplyskipum, sum javnan hava tørv á at kasta línu umborð á onnur før.
Eystein Elttør sigur, at teir eru rættiliga spentir uppá at hetta nýggja tólið og vóna, at skip fara at taka væl ímóti línukastaranum.




