Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LIONS CLUB, Klaksvík – stuðlar virkishúsið fyri ung í Klaksvík

John William Joensen

Á seinasta fundinum hjá Lions Club, Klaksvík, varð vitjað í virkishúsinum.

Leiðarin fyri virkishúsið Beinta Gregersen tók ímóti.

Virkishúsið er komi væl áleiðis, við at ístandgerða Dávavirkið. Her innrætta tey venjingarhølir til tónleikabólkar og er ætlanin at takað hesi høli íbrúk leygardagin 16. Juni 2007. 

LC Klaksvík heldur at talan er um eina góða ætlan, tá alt hetta arbeiði er undir vælskipaðum eftirlitið og sjálvandi rús og roykfrítt.

Tulipantiltakið 2007 – ”NEI TIL NARKO – gav fitt av peningi og var hesin nýttur sum stuðul til Virkishúsið í Klaksvík, skrivar Lions Club Klaksvík í tíðindaskrivi.