Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lions handaði jólagávur fyri meira enn 40.000 kr.

Oliver Joensen

Lionsfelagið í Klaksvík hevur nú um dagarnar givið pening til ymisk feløg í býnum.

Fyrst fekk Ægir ein gávukekk á 11.200 kr. Frá Ægi frætta vit, at peningurin kemur væl við og ætla tey at brúka peningagávuna frá Lionsfelagnum til ymiska útgerð til tey smáu børnini. Á lítlari samkomu mánakvøldið í síðstu viku handaði Elmar Krosstein fyri Lionsfelagið, kekkin til Tinu Purkhús frá Ægi.
Mikukvøldið í vikuni var so aftur handan á skránni. Tá vitjaði Lionsfelagið í Skákinum og handaði Petur Hans Poulsen ein kekk uppá 15.000 krónur. Petur Hans takkaði fyri og segði at millum annað skuldi peningurin nýtast til nýggj talvborð. Hann nevndi eisini at slík peningagáva kom væl við hjá felagnum, tí talvfelagið var ikki umfatað av stuðlinum, sum landskassin annars gevur til ítróttarfólk. Tá Klaksvíkar talvfelag sendir leikarar út um Klaksvík, er felagið sjálvt noytt at gjalda fullan ferðaseðil og hetta krevur nógv av felagnum.
Frá Skákinum gekk leiðin niðan í fimleikarhøllina, har Mjølnir eisini fekk handaðan kekk uppá 15.000 krónur frá Lionsfelagnum.
Sagt verður at peningurin, sum Lionsfelagið hevur fingið inn og nú givið víðari til ungdóm í býnum, er útvegaður ígjøgnum almanakkan, sum Lionsfelagið gevur út.