Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

List í Miðlan

Tíðindaskriv

Jórun Jensen sýnir fram listarverk í Miðlan í august mánaði

Jórun Jensen hevði sum barn hug at tekna og lærari hennara, Villy Sørensen, legði merki til hetta og við sínum eggjaði lyndi vakti hann ein enn vaksandi áhuga í nýta sínar kreativu gávur.

Í long tíðarskeið hevur pensliln ligið, og tíðin er nýtt á øðrum kreativum økjum, td. at skapa pløgg við seyming, binding og til tíðir eisini við veving.

Seinnu árini hevur hon málað støðugt og havt fleiri framsýningar, og hanga hennara málningar runt í landinum og fleiri eisini í Danmark og Noregi. Tað hendir eisini, at áheitanir koma um málning úr ávísum staði, og fellur hetta lætt fyri hana.

Tá hon málar, har sum hugurin er, so verður tað ofta til eina gamla bygdamynd úr Føroyum, har nøkur fá hús síggjast, sjógvur og skip ella sluppir siga frá eini mentan og upplivingum úr einari farnari tíð. Fyri Jórun er hetta ikki eitt arbeiði men eitt ítriv sum hvíld fyri sál og sinni.

Jórun hevur nýliga verið á skeiði hjá Birger Møller, sum var gevandi fyri hana. Ein málningur frá skeiðnum er við á framsýningini.

Hesaferð eru myndir úr Fugloy, har omman var ættað, og Jórun hevur ein serligan alsk til hesa vøkru oynna. Úr Gerðum, har minnini eru frá barnaárum, td. tá tey gingu ígjøgnum Gerða bygd á veg at svimja. Úr Vatnsoyrum, Tralanípu, Leitisvatn, Bø, Elduvík, Viðareiði, í Dali og ymsastaðni á Sandoynni. Hesi støðini avspegla eisini barna- og ungdómsleiðirnar hjá henni, og droymir hon seg inn í gomlu støðini og málar tey oftast, sum tey vóru tá. Hetta er eisini í hesa verðina, hon fer, tá hon loysir seg frá tí dagliga ,har hon ikki fær so nógv við, tí hoyrnin er vorin so ring. Í atelierinum fær hon fullkomiliga slappað av og notið gleðina av at ferðast í huganum, meðan hon setir litir á sínar tankar.

www.klaksvik.fo