KÍ hevur seinastu árini skipað fyri uppboðssølu við listamálningum og verður tann næsta í februar mánaða
Seinastu tvey árini hevur listauppboðssølan verið í desember mánaða, men í ár verður hon flutt og eisini er ætlanin at broyta innihaldið.
Ætlan er at uppboðssølan samstundis skal verða eitt slag av listastevnu og fara vit at frætta meiri um hetta seinni.




