Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listaverk hjá Fridu Zachariassen

Tíðindaskriv

Ein áheitan á fólk, sum eiga listaverk av Fridu Zachariassen.

Listasavn Føroya – Listaskálin hevur tikið stig til at gera eina bók um okkara kendu listakvinnu Fridu Zachariassen.

Í hesum sambandi ynskir Listasavn Føroya at fáa tikið myndir av so nógvum listaverkum eftir Fridu Zachariassen, sum gjørligt.

Myndatøkan og skrásetingin verður eisini gjørd í sambandi við, at ein stór framsýning verður seinni á árinum við verkum eftir Fridu Zachariassen. Verkætlanin verður eisini framd í góðum samstarvi við Norðoya Listafelag.

Teksturin til bókina verður í løtuni gjørdur av Maluni Marnersdóttir og myndatøkan av listaverkunum verður gjørd av Per á Hædd.

Tessvegna verður heitt á fólk, sum eiga listaverk av Fridu Zachariassen, um at venda sær til onkran av niðanfyristandandi og siga frá, so vit kunnu lána tey til avmyndan og skrásetan av serkønum fólki.

Myndirnar úr Norðoyggjum verður eftir ætlan avmyndaðar í Klaksvík í komandi viku.
Hetta er samstundis ein háttur, at fáa øll listaverkini hjá Fridu í Grótinum í eitt skipað yvirlit.

Sjálvandi er hetta eisini gott fyri eftirtíðina. Samstundis fáa vit Fridu og verk hennara meiri fram í ljósið, sum bert kann vera gott.

Hesum vil Norðoya Listafelag, sum eigur hópin av myndum eftir Fridu Zachariassen, fegið virka fyri.

Norðoya Listafelag veitir øllum eina tøkk, sum vilja rætta eina hjálpandi hond í hesi áhugaverdu søk.

Tit eru vælkomin at ringja til:
Jóannes Poulsen, Garðavegur 222252
Dávur Winther, Mylnugøta 222097
Jóin Sigurðsson, á Grønabóli 220479