Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Listi F – Nú eru vit her

X við Eivin Breiðaskarð

Góðu borgarar í Fuglafjarðar Kommunu.

Nú standa vit á gáttini til kommunuvalið 2016. Nu er løtan komin, at vit borgarar í Fuglafjarðar Kommunu, fáa kjansin at fara á val og velja nýggja umboðan í býráðið.

Listi F stendur fyri: – Framburður – Fólkavøkstur – Framtíðin – Framskygni –

Vit á Lista F bjóða okkum fram til at taka leiðsluna komandi 4 árini í okkara perlu av einari kommunu. Fuglafjarðar Kommuna er væl fyri, og vit vilja, at hon skal verða enn betri fyri viðvíkjandi ymsum møguleikum og tilboðum eftir komandi valskeið. Tað skal betrast munandi um m.a. íbúðarmøguleikar, skúlaviðurskiftir og trivnað. Umstøðurnar hjá ítróttarfeløgunum skulu eisini betrast munandi. Vit skulu fjálga um vinnulívið og saman við teimum finna røttu loysnirnar og síggja møguleikar fyri framman, ið eiga at koma okkum øllum tilgóðar komandi mongu árini.

Avbjóðingarnar komandi árini ræðast vit á Lista F ikki. Vit vilja taka ábyrgd og stýra okkara kommunu trygt og skynsamt frameftir komandi 4 árini og longri enn tað eisini. Eisini vil Listi F standa saman um og saman við øllum borgarum, sterka vinnulívinum og øðrum áhugabólkum, sum eru her hjá okkum, so at tilflytarar skulu velja postnummar 530 og 695, tá ið tey antin flyta til Føroyar, ella tá ið tey flyta bústað í sjálvum Føroyum. Listi F hevur sett út í kortið, at vit vilja verða 2050 íbúgvar í ár 2050. Tað er ein tilflyting uppá 16-17 íbúgvar í miðal pr. ár yvir tey komandi 35 árini. Raðfesta vit rætt, so er tað ongin ivi um, at hetta er eitt realistiskt mál. Hetta mál kann bert náast, um tit fara á val og velja Lista F komandi týsdag.

Mítt størsta persónliga hjartamál til hetta kommunuvalið er, at eg vil arbeiða hart fyri, at vit, sum longu búgva her, skulu fara at savna okkum um at lyfta Fugafjarðar Kommunu uppá á eitt nýtt og enn betri støði. Vit eru frammaliga, men vit skulu tora at siga, at vit vilja verða fremst. Hesum máli røkka vit bert, um vit standa saman og arbeiða hart saman við okkara borgarum, vinnulívi og øðrum, sum er her í kommununi. Lista F vil hyggja frameftir og virka frameftir.

Tað er nógv tosa og skrivað síðstu tíðina um ymisk vallyftir, sum ymsu vallistarnir og valevnini annars vilja virka fyri og lova. Tað er møguliga sama skil til hvørt kommunuval, tað skal eg ikki gera meg klókan uppá. Tað, sum eg vil siga í hesum sambandi er, at arbeiðið, sum higartil er lagt í at skapa og snikka til Lista F av fólkunum aftanfyri listanum, er so mikið væl tosa og arbeitt ígjøgnum, at tit borgarar í Fuglafirði, Kambsdali og á Hellunum skulu føla tykkum trygg og líta á okkum. Sum leiðslu í býráðnum vilja, vit føra Fuglafjarðar Kommunu trygt og gott víðari út í framtíðina. Velja tit Lista F, so fáa tit nakað nýtt, øðrvísi og spennandi.

Ein áheitan frá mær og hinum valevnunum á Lista F til allar borgarar í Fuglafirði, Kambsdali og á Hellunum er hendan: Løtan er komin. Tað er nú, at tit kunnu fáa eina broyting í býráðnum og fáa nýggj og frísk andlit inn í býráðið.

Tak røttu avgerðina og sett krossin við Lista F á kommunuvalinum komandi týsdag.

Gott Val

X við Lista F

X við Eivin Breiðaskarð