Fyri fyrstu ferð í mong ár er bert ein listi til kirkjuráðsvalið í Christianskirkjuni
Fyri fyrstu ferð í mong ár er bert ein listi til kirkjuráðsvalið í Christianskirkjuni
Tá freistin var úti mánakvøldi var bert ein listi latin inn til valstýri. Á listanum eru 18 valevni og 25 stillarar. Hetta er tað mesta sum kann verða.
Verður hugt at listanum sæst, at fólk úr fyrrverandi listum eru umboðaði á nýggja listanum. Valstýrið hevur góðkent listan.
Valevnislistin til Kirkjuráðsvalið 2017 í Klaksvíkar Kirkjusókn
Jógvan Sámal Heldarskarð
Sigmar Adolf Høgnesen
Jón Egholm Jacobsen
Petra Jacobsen
Karl Johansen
Kristianna Johannessen
Øssur Kjølbro
Bergfríð Klakstein
Petur Jacob Langgaard
Súsanna Lydersen
Ísak Mikladal
Jastrid Niclasen
Maria Olsen
Nikolina Olsen
Jógvan Ravnsfjall
Sigrun Skálagarð
Finn Stampe
Símun Michael Sørensen
Kirkjuráðsvalið verður týsdagin 7. november í Christianskirkjuni.
Tað eru nýggj andlit á listanum og eisini eru fimm, sum vórðu vald seinast, ið ikki ætla at stilla uppaftur, so talan verður um stóra útskifting.
Seinastu seturnar hava verið merktar av góðum samstarvi, sigur Jórun Høgnesen forkvinna í valstýrinum. Sjálv stillar Jórun ikki uppaftur og takkar hon fyri 8 sera góð ár í kirkjuráðnum og ynskir nýggja kirkjuráðnum blíðan byr og Harrans signing.
Lýst verður nærri undan valinum.




