Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lítið at fáa, bæði norðanfyri og sunnanfyri

Oliver Joensen

 Fyri løtu síðani, segði Janus Sørensen, skipari á Brandi, sum er sunnanfyri í løtuni, at fiskiskapurin var smáligur. Eg haldi ikki at tað kemur til meira enn 3000 pund í dag hjá okkum. Veðrið er av tí allar besta og vit síggja fleiri skjótingarbátar her, og harafturat fleiri lomvigir, men fiskur er lítið av. Meginparturin av tí vit hava fingið í dag er góð hýsa.

Eg havi tosað við Líðhamar og Bragd og teir siga tað sama. Bragd er langt sunnanfyri okkum og segði Oddmar, at hóast hann hevði givið upp 4000 pund, so roknaði hann ikki við at tað kom til meira enn 3000 pund, og tað sama segði Líðhamar, sum er norðanfyri. Nei, tað hevur ikki rættuliga bragda enn í heyst, segði Janus Sørensen, skipari á Brandi fyri løtu síðani.

Norðsøki fór avstað í gjárkvøldið við 100 stampum út á djúpt, so honum frætta vit helst ikki frá fyrr enn í morgin.

Harleyfacadeacryl