Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lítið av upsa at fáa

Jákup Ósá

Safir og Smaragd landaðu í morgun.

Tað er framvegis sera smáligur fiskiskapur hjá trolarunum, sum royna eftir upsa. 

Safir og Smaragd landaðu á Kósini í morgun. Tilsamans høvdu trolararnir umleið 60.000 pund. Trolararnir, sum royna eftir upsa, hava havt tað trupult í longri tíð, tí fiskiskapurin hevur sjáldan verið verri enn júst nú.