Lív Arge – Fødd 1969 og uppvaksin í Havn, búsitandi í Hoyvík
Lív Arge – Fødd 1969
Uppvaksin í Havn og búsitandi í Hoyvík Gift og eiga vit 3 børn
Eg havi frá ungum árum havt ein áhuga fyri at skapa og mála og kreativiteturin hevur fylt nógv í mínum lívið. Málningarnir eru mítt kensluliga frírúm, har eg kann kobla upplivilsir, kenslur og tankar saman til mítt egna serliga, abstrakta mál. Fyri meg ein ein góður máti at fordjúba og úttrykkja meg uppá og finna frið. Seinastu tíðina havi eg arbeitt meira miðvíst við málingini. Henda tíðin hevur verið spennandi, mennandi og ekspermenterandi. Henda framsýning er m.a. úrslitið av hesari tíðini. Stílurin er eksperminterandi og abstraktur og finnið eg m.a. íblástur úr føroysku náttúruni og heimliga umvørvinum.
Havi luttikið við framsýningum á m.a.: Smiðjuni Lítluvík, Ólavsøkuframsýningum hjá Lions, í SMS og Dugna Fernisering 5.desember 2014, hjá Dugna á Hjalla. frá kl 15.30 – 17.30
Øll eru hjartaliga vælkomin




