Jógvan við Keldu vísir til øðrvísa grein av samskiftisráðgevanum Henrik Fogh Rasmussen
Sjálvstøðugi samskiftisráðgevin Henrik Fogh Rasmussen, sum er búsitandi í USA, og høvudur til bókina “Amerikanske tilstande” hevur skrivað áhugaverda grein um meiningaskaparar, sum lurta væl eftir vinstravendum amerikumonnum.
Hann sigur m.a. í greinini: “Vit síggja fyri okkum hettuklæddu autonomu víða um í Evropu, sum seta eld á ameriska flaggið, knúsa rútarnar hjá McDonalds og tveita steinar eftir løgregluni. Møguliga hugsa vit enntá um kenda USA-atfinnaran Lars von Trier, sum sjálvur ongantíð hevur vitjað USA.”
“Hvat var tað, sum fekk donsk tíðindafólk til kortini at taka amerisku vinstravendu útsagnirnar um rasismu fyri góða vøru?”
Fyri at vísa á víðskygni í USA, vísir hann í greinini til uttanríkisráðharran Condoleezza Rice, sum vaks upp undir rásuskilnaðí í Alabama, handilsráðharrin Carlos Gutierrez, son til flótta av Kuba og eisini t.d. fyrrverandi uttanríkisráðharran Colin Powel, sum er sonur innflytara av Jamaica. – Lísvsøgur sum eru meiri enn verdar at lesa.
Annars kann greinin hjá Henrik Fogh Rasmussen lesast í fullum líki inni á heimasíðuni www.keldu.com.
Kelda:180 grader




