Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LIVA um at vera klárt at lata upp

Oliver Joensen

Tey, sum ynskja eina annarleiðis uppliving ídag, eiga at fara til LIVA, njótingarfreka leygardagin í Klaksvík ídag.

Tey renna og stákast í Badminton høllini.

Úr Tailandi eru kokkarnir Ey og Eu, sum standa fyri buffet’ini. So tú kanst rættuliga fara út og eta fínt í Badmintonhøllini í kvøld.

Annars frætta vit, at útlendingarnir, sum skulu vera á LIVA, eru komnir til landið í øllum góðum og eru farnir ígongd.

Tað hevur eisini gingið væl við søluni av atgongumerkjum, og sagt verður at pláss er fyri nógvum fólki í Badmintonhøllini, so restin av atgongumerkjunum verða seld við dyrnar.

Harleyfacadeacryl