Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Livandi framsýning av føroyskum klæðum

Kvøldskúlin

Sum nakað nýtt so verður ein livandi framsýning, har fólk koma at vísa ymisk føroysk klæði fram. Hetta er partur av framsýningini hjá Kvøldskúlanum og Føroya Handarbeiðsskúla, sum verður á Skúlatrøð í Klaksvík sunnudagin 1. mai.

Tað er Paulina M.K. Eliasen, sum skipar fyri, og hon hevur eisini skrivað bók um brodering. Tað fer at ganga soleiðis fyri seg, at tað vera umleið 16 fólk, sum eru model. Talan er um ymiskar aldursbólkar – børn, konfirmantar, ungar gentur, ungan mann, eitt par í miðal aldri, og so meira eldri fólk.


Paulina fer fyrst at siga eitt sindur um, hvussu vit brúka tey føroysku klæðini og eisini at tosa um klæðini, sum modellini eru í.

Skráin er hendan:
15:00 Framsýningin letur upp
16:00 Tónleikur
16:45 Próvhandan
17:00 Framsýning av føroyskum klæðum
17:30 Linedansur 
18:00 Fitnessdansur
20:00 liðugt
Eisini verður heilsukafé við lagaligum prísum