Vit eiga ikki at undirmeta okkara ávirkan á oyruni, sum hoyra. Tað eru vit, sum mynda og skapa samfelagið.
Um vit veruliga vilja hava ymiskleika, eina livandi kjakmentan og hava eitt ynski um at gera mun og menna samfelagið, eru krøvini ikki so smá. Tó er tað av stórum týdningi, at vit virða hesi krøv og hvønn annan.
Seinastu árini er stórur dentur lagdur á, at øll skulu hava frælsi og dirvi at siga sína hugsan. Eitt kjak krevur, at vit lýsa eitt evni úr ymiskum sjónarmiðum. Vit siga, at í modernaða demokratiska heiminum er tað ein sunn kjakmentan, sum kann upplýsa fólkið, flyta mørk, forða fordómum, skapa eina hugburðsbroyting og menna verandi samfelagshugsan, og at læra fólk at siga frá.
Kanska kann ein sunn kjakmentan eisini lúka tað mesta av teskan í krókunum, tað tosið, sum kitlar oyruni og óundirbygt sleyg burtur.
Kjak
Í føroyska samfelagnum kunnu vit siga, at kjakmentanin ikki er serliga gomul. Við tøknini hava vit fingið kjakið nógv tættari og tí við sterkari ávirkan. Vit hava lutfalsliga nýliga í størri mun fingið kjaksendingar í fjølmiðlunum inn í stovurnar, sleppa nú eisini at lurta við á tingfundi og hava eisini sett orð á, at vit eru ymisk og tí mugu hava opna talu um tað, sum vit hugsa.
Við tíðini eru vit eisini farin at tosa um alment galdandi reglur og menniskjalig krøv fyri at úttrykkja seg frítt, og at vera tann vit eru – eisini hjá ungum og børnum. Hetta skal vera uttan niðurgering frá ymisku samfelagsbólkunum.
Fyrimyndir
Um vit hugsa fyrimyndir í kjakheimi, er tað sjálvandi fólk í samfelagnum, sum eru sjónlig og eisini av somu grund, hava stóra ávirkan á og ábyrgd av, hvat fólk hoyra og síggja. Av eini ella aðrari grund, kanska av tí, at samfelagið er so lítið, eru tað fá, sum javnan taka lut í kjaki. Kjak, sum tó onkuntíð fær ferð, er oftast dulnevnt kjak.
Fjølmiðlafólk og politikarar eru óivað tey, sum vit síggja oftast, og sum eisini alment vilja vera við, at tey hava nakað upp á hjarta. Síðani eru tað foreldur, og tey, sum mynda gerandisdagin hjá børnum og ungum – námsfrøðingar, lærarar, venjarar, ungdómsleiðarar o.s.fr., sum hava ábyrgd av at menna kjakførleikan. Hetta er ein av ábyrgdunum, sum menniskju í fría samfelagnum hava.
Grundleggjandi siðvenja
Málið í sjálvum sær er ikki, at vit eru ella verða á einum máli, men at vit tosa saman á einum máli, sum sømir seg. Vanliga siga vit við børn og ung, at vit eiga at virða hvønn annan, lurta, tá onkur tosar, læra okkum at lýsa og seta okkum inn í umtalaðu støðuna, at siga okkara hugsan, undirbyggja tað, vit siga, og koma við onkrum hugskoti, um hvat kann gerast.
Um vit vilja hava eina livandi og mennandi kjakmentan í Føroyum, er eitt avgjørt krav, at vit hava ymiskar fyrimyndir, sum veruliga vísa, hvussu hetta kann gerast.
Tá eg so lurti og hyggi at tí, sum mangan gongur fyri seg í gerandisdegnum – frá tingsins røðarapalli, í miðlunum og á øðrum almennum pallum – má eg ásanna, at vit vaksnu alt ov ofta krevja av børnum og ungum tað, sum vit ikki sjálvi megna. Vit gerast persónlig, negativ og lítið uppbyggjandi.
Tá oyruni við tíðini eru von við sovorðið prát, gerast krøvini til ta livandi kjakmentanina lægri og lægri. Vit loyva okkum at undirbyggja við fjasi, ironi, skemti ella niðursetandi viðmerkingum. Ella siga vit bara, at tað eru hini, sum ikki vilja skilja ella duga.
Vit mynda samfelagið – eisini kjakið
Vit eiga ikki at undirmeta okkara ávirkan á oyruni, sum hoyra. Tað eru vit, sum mynda og skapa samfelagið. Um vit veruliga vilja hava ymiskleika, eina livandi kjakmentan og hava eitt ynski um at gera mun og menna samfelagið, eru krøvini ikki so smá. Tó er tað av stórum týdningi, at vit virða hesi krøv og hvønn annan.
Tóra við Keldu




