Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Livandi økisfundur í Klaksvík

John William Joensen

Fitt av fólki høvdu leitað sær niðan í hølini hjá Norðoya kvinnufelag hóskvøldi til økisfund hjá Demokratiu, hóast fleiri onnur tiltøk vóru hetta kvøldið.

Skráin hetta kvøldið var í tveimum, Karin jóhanna Knudsen frá Granskingardeplinum fyri økismenning, greiddi frá eini kanning hon er í holt við, um hví kvinnur flyta úr útjaðara og til miðstarøki, ikki bert í Føroyum men eisini í londunum kring okkum. Eyðgunn Samuelsen tosaði, vegna Demokratiu, um hvussu vit kunnu fáa fleiri kvinnur í politik í Føroyum.

Hví flyta kvinnurnar.
Karin Johanna vísti gongdina í kvinnufráflyting í Føroyum frá í niti árunum og til í dag. Ì Føroyum í dag eru 48% av fólkinum kvinnur, hetta er ikki so í hinum norðanlondum, har er lutfalli millum kynini nógv javnari. Í tølum mangla vit 2000 kvinnur í Føroyum og er hetta serliga kvinnur í burðardyggum aldri. Okkum væntar sostatt kvinnur, ið kunnu vera við til at økja um barnatalið og kvinnur at ansa teimum eldru, ið er ein aldursbólkur ið er vaksandi. 

Ójavnt er, hvussu býti er millum kvinnur og menn í teim ymsu økjunum í Føroyum. Serliga illa fyri eru Suðuroyggin og Sandoyggin, har er talið av kvinnum minka við meira enn einum fjóðringi. Í Norðoyggjum er kvinnuparturin, av fólkinum, minkaður við 9,4 %. 

Síðan vísti Karin Johanna tøl, ið vísa at tað eru genturnar í fara undir útbúgving og at tær ikki ynskja at arbeiða innanfyri fiskivinnuna, meðan drongirnir í minni mun fáa sær útbúgving og ikki venda sær frá fiskivinnuni, í sama mun sum genturnar. Hesin munur vísir at kvinnurnar eru tilvitaðar um, at arbeiðsmarknaðurin í dag krevur vitan og útbúgving og hetta er við til at tær heldur velja at búgva í miðstaðarøkjum.

Fleiri kvinnur í politik.
Eyðgunn Samuelsen greiddi frá, at Gallup kanningin hjá Demokratia vísir at 12 % av monnunum valdu eina kvinnu seinasta løgtingsval og bert 26 % av kvinnunum valdu eina kvinnu.
Ì Norðoyggjum vóru tølini lægri enn miðal fyri alt landið. Uppstillaðu kvinnurnar fingu tilsamans 12,7 % av atkvøðunum. Munurin var stórur á flokkunum, í Javnaðarflokkinum fingu kvinnurnar næstan 33% av atkvøðunum og áleið 18 % av atkvøðunum hjá Tjóðveldinum. Ein orsøk til hetta kann verða, at hesir báðir flokkar høvdu fleiri kvinnur á listanum, ávikavist 2 og 3, meðan hinir bert høvdu eitt kvinnuligt valevni hvør.
Eisini greiddi Eyðgunn frá arbeiðinum hjá Demokratiu higartil og hvat ætlanin er árið út, tá ið Demokratia, sambært arbeiðssetninginum, er liug við sítt arbeiði.

Livandi orðaskifti.
Orðaskifti aftaná uppleggini var sera livandi, fundarfólkið hevði nógv uppá hjarta og orðaskifti fór víða um.

Í samband við fráflyting úr Føroyum var tosað nógv um einligu forsyrgjarnir, ið oftast eru kvinnur, at hesar ikki klára at breyðføða sær og børnunum, við teimum sosialu skipanum, ið vit hava í Føroyum. Viðurskiftini eru nógv betur eitt nú í Danmark.

At kvinnur hava ringt við at verða valdar á løgting frá Norðoyggjum, hildu fundarfólkini , skyldast fyri ein stóran part at vit eru so knýtt at fiskivinnuni. Tí er áhugin nógv størri fyri málum ið viðvíkja fiskivinnuni, og í minni mun, fyri málum ið kvinnur vanliga hava áhuga at tosað um og brenna fyri. Onkur helt fyri, at ein kvinna sum stillaði upp her norði átti at roynt bert at tosa um fisk, so kanska hon hepnaðist betur við at fáa atkvøður.

Demokratia halda fram.
Fleiri áhoyrarar tosaðu um, at arbeiði hjá Demokratiu hevði stóran týdning, at tað verðuliga var eydnast at fáa sett fokus á støðuna hjá kvinnum í politikki og at spurningurin elvir til tjak á nógvum arbeiðsplássum.
Fólk vóru á einum málið um, at Demokratia eigur at halda fram við sínum arbeiði í minsta lagi alt 2008, so átøk kunnu gerast til kommunuvalið, og ikki minst, at nøktandi peningajáttan verður sett av til arbeiðið. Fleiri áhoyrarar hildu, at Løgtingi ikki kundi meina tað í álvara at seta eina tílíka nevnd sum Demokratiu í so stutta tíð, bert 1½ ár og við so lítlari fíggjarorku.

Nógv góð hugskot komu fram og semja var um at roynast eigur serliga at fáa fatur á teimum ungu, teimum ið velja fyrstu ferð. Samanumtikið prógvaði hesin fundurin, at áhugi so avgjørt er millum kvinnur fyri politikki.

Harleyfacadeacryl