Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Livar Nysted stillar út í Ribarhúsi

Tíðindaskriv

Havrógvarin og listamaðurin, Livar Nysted úr Hvannasundi hevur framsýning í Ribarhúsi. Ferniseringin verður leygardagin 1. des. kl 16:00, og framsýningin er opin til 1. januar 2019.

Hann fer at greiða frá sínum sjóferðum, týskvøldið 11. des. kl. 20:00 í Ribarhúsi.

Havrógvarin og listamaðurin, Livar Nysted úr Hvannasundi hevur framsýning í Ribarhúsi. Ferniseringin verður leygardagin 1. des. kl 16:00, og framsýningin er opin til 1. januar 2019.

Tað er ófatiligt, at so nógv góð listafólk koma úr Norðoyggjum. Jú, natúran í hesum umhvørvi har fjøruklettur, fjøra, t. d. á Loftinumn á Kyrjaheyggi, har Livar er uppvaksin, tosa sítt fagra, stumma mál í litum, sum eru okkurgulir, grønir í bøstykkjum og hava dimmgráan lit í  fjøru, fjallalendinum og skarðlendinum . Ja, hetta er fløvandi. Hetta hevur Livar Nysted sæð og nomið við í sínum innasta sálarkervi og kemur fram í myndum hansara.

Livar er kendur sum havrógvarin, ið hevur róð um fleiri høv. Hann hevur sett fleiri heimsmet og veruliga sett Føroyar á heimskortið, í hesari knáu, knevilssettu ítróttargrein. Hann hevur róð um Norður Atlantshavið, Suður Atlantshavið og Indiska Havið. Livar hevur eisini gjørt vart við seg, á tí listaliga økinum. Hansara málningar á mangan hátt lýsa ta gomlu tíðina í Føroyum og eru stak væl dámdir. Havið og tann føroyski báturin, er eitt afturvendandi myndaevni. Stórsta partin av arbeiðslívinum, hevur Livar havt á sjónum, og tað sæst eisini aftur í hansara málningum.