Livar Nysted og hinir rógvararnir umborð á ‘La Mondiale’ høvdu mikudagin kl. 12:00 róð 447 av teimum íalt 4808 km. tvørtur um Atlantarhavið.
Sambært seinastu dagføringini á heimasíðuni hjá Livari Nysted úr Hvannasundi, www.trip.fo, so hevur tað gingið væl teir fyrstu dagarnar av hesum heilt serliga túrinum.
– Vit skulu hava í huga at júst nú er tað at menn hava ilt í ryggini og reyvini av at rógva, tá ið tann fasan er av kann man vænta at báturin fer at ganga betur, skrivar heimasíðan hjá Livari.
Frá www.trip.fo er ein slóð til eina enska heimasíðu, www.oceanrowing.com, har positiónin hjá La Mondiale verður víst verður á einum korti fyri hvørjar 6 tímar, sum ganga.
Har ber sostatt til at fylgja við, hvussu langt Livar og hinir umborð á La Mondiale eru komnir.
Status pr. 7. januar kl. 12:00 var hetta:
278 míl (447 km) (241 nm)
Hava róð í 66 tímar.
Miðal ferð: 4.21 míl ( 6.77 km) (3.65 nm) um tíman.




