Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Live-kvøld á Fortuna Leygarkvøldið 27. oktober

John William Joensen

Leygarkvøldið fara royndu tónleikarnir Jákup Marner Anthoniussen og Heini Ziska Dahl at spæla live-tónleik á Fortuna í Klaksvík.

Jákup Marner og Heini byrjaðu longu tíðliga at spæla saman í bólkinum Science Fiction. Hesin bólkurin var aktuellur, sum dansibólkur víða um landið fyri skjótt nógvum árum síðani.

Góðu røddina hjá Jákup Marneri kenna vit eisini frá m.a. sanginum : “Til allar vinir” við bólkinum Blátt.

Húsið letur upp kl 22.00. Jákup Marner og Heini fara á pallin á Fortuna um midnáttina. Diskotekið í BAROK verður fríggjakvøldið við DJ EMRY og leygarkvøldið við DJ LAJF.