Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LIVERPOOL er besta liði í Evropa

John William Joensen

Ein fantastiskur dystur har eitt fantastiskt lið við fantastiskum viðhaldsfólkum gjørdist vinnari

50 mans vóru savnaðir úti í Barok at fylgja Champions League finaludystinum millum Liverpool og Milan.
Talan var um trúgvar Liverpool fjepparar sum høvdu sett stevnu til eina máltíð undan dystinum.
Men alt gekk ikki sum eftir ánni.
Tá dómarin blásti fyrra hálvleik av var støðan 3-0 til Milan, og stemningurin millum fjepparnar var ikki tann besti.
Nakrir høvdu bráddliga okkurt arbeiði teir skuldu gera og onkur annar hevði verið so nógv úti at hann helt at best var at fara heim til konuna at hyggja eftir seinra hálvleiki í stovuni.
Men flestu fjeppararnir vóru trúfastir og vildu stuðla til tann bitra endan.
Tá Milan (bryllkrem) stjørnurnar komu aftur á vøllin, var lagið gott í italiensku leguni. Leikarar klappaðu upp til áskoðararnar á veg á vøllin.
Liverpoolarnir gjørdu ikki so nógv burtur úr, teir fóru beinleiðis til uppgávuna.
Í 54. minutti bragdaði  tá Liverpool liðskiparin heddaði bóltin í netið. Tveir minuttir seiri knallaði Smicer eitt skot í netmestarnar.
Í 60. minutti fekk Liverpool brotsspark men vánaligi dómarin vísti ikki italienska leikaranum reyða kortið, sum hann átti, og tí leikti Milan við fullari manning restina av dystinum.
Alonso skeyt, málverjin bjargar men Alonso smekkaði returin í kassan og so vóru rútarnir í Barok á Fornagørðum um at bresta.
Menn skrálaðu og klemmast og tað sama gjørdu flestu fótbóltsáhugaði uttan fyri Italien.
 Brotssparkkappingina vann Liverpool uppiborði og samstundis er Liverpool aftur krýnt sum besta liðið í Evropa.