Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool – Middlesbrough 3-2 (2-1): Tríggjar ferðir Torres

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við trimum málum, harav tvey vórðu skotin innan fyri ein minutt, vendi Fernando Torres dystinum hjá Liverpool frá hóttandi tapi til sigurs.

Út frá tveimum teimum seinastu úrslitunum hjá Liverpool tykjast the Reds at verða væl ávegis uppaftur úr tí heldur drúgva aldudalinum, teir hava verið í.

Í Champions League dystinum ímóti Inter Milan týskvøldið vunnu the Reds heldur óvæntað 2-0 á Anfield og hava harvið givið sær sjálvum eitt sera gott útgangsstøði áðrenn returdystin, sum verður á risastóra ‘San Siro’ heimavøllinum hjá Inter, sum kann hýsa á leið 80.000 áskoðarum.

Enski landsliðsvenjarin, italiumaðurin Fabio Capello, ávarar kortini Liverpool ímóti longu nú at kanna sær víðari luttøkuna, tí Inter er ómetaliga sterkt á heimavølli, sigur Capello, sum tó samstundis minnir á, at tað ikki er av tilvild, at Liverpool tey seinastu trý árini hevur verið í tveimum Champions League finalum.

Góða gongdin hjá Liverpool, sum byrjaði við 2-0 sigrinum á Inter í CL, helt, sum nevnt, fram leygardagin, tá ið the Reds vunnu 3-2 á Middlesbrough, eftir at gestirnir heilt tíðliga í dystinum høvdu lagt seg framum 1-0.