Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Liverpool – Southampton

Tíðindaskriv

Í august ger Liverpool Føroyar enn eina ferð niður til Liverpool at hyggja eftir dysti og uppliva Beatles-býin. Dysturin hesaferð er heimadysturin móti Southampton 16nda august. Farið verður úr Føroyum hósdagin 14/8 og komið verður heimaftur mánadagin 18/8. Flogið verður beinleiðis úr Vágum til London, haðani koyrt verður til Liverpool í bussi (3 tímar), har vit koma at búgva á hotelli í miðbýnum. Fríggjadagin verður møguleiki at fara á kenda Beatles-túrin, har øll tey kendu støðini verða vitjaði. Liverpool er spennandi shopping-býur, og góð tilboð eru fyri børnini, so hví ikki gera Liverpool til eitt felags upplivilsi fyri alla famlijuna? 

Túrurin kemur at kosta kr. 7500,- Við í prísinum er: Atgongumerki til dystin, hotel-uppihald, flogferðin aftur og fram. Pláss er fyri 20 fólkum hesaferð. Higartil hava útvið 1000 føroyingar verið á hesum ferðunum hjá Liverpool Føroyar, og nú hevur eisini tú møguleika at koma upp í tann útvalda skara, ið hevur verið heima á Anfield og sæð teir reyðu spæla. Tó at vit ikki kunnu tryggja úrslitið frammanundan, kunnu vit lova tykkum eina ógloymandi ferð.

Tilmelding til túrin fer fram á tlf. 268899.

YNWA