Hóast Chelsea á papírinum hevur eitt lið sum kostar meira at reka enn almenni føroyski búðskapurin, so var tað Liverpool sum vann hjørtuni
Hóast ein íslendari spælir á liðnum hjá Chelsea, so er eingin ivi um at flestu føroyingar, sum fylgdu Champions League semifinaluni millum Chelsea og Liverpool í London í kvøld, eru samdur um, at tað var Liverpool sum var nærri einum sigri hóast dysturin endaði javnur 0-0.
Chelsea spældi við longum sendingum heilt fram til framherjarnar allan dystin og tá hetta ikki gav úrslit, takkað verður góðu miðverjuni hjá Liverpool áttu bláu stjørnurnar úr London einki svar. YNWA!
Meira í kjaktorginum:




