Tað var útselt, tá ið Herborg Torkilsdóttir og Tinganest skuldu spæla á FríðuTónar leygardagin og stemningurin var í hásæti.
Herborg legði út, meðan bíðað varð eftir læknanum. Ja, tað var sjálvandi Magnus á Stongum, ið er annar av forsangarunum í Tinganest. Hann skuldi líka orna okkurt læknaligt, áðrenn hann kundi taka guitara í hond, segði Herborg, ið var sera væl uppløgd frammanfyri fullsettum FríðuTónar.
Herborg hevði fingið við sær Rakul Petersen, sum eisini er ein úrmælingur á guitar og hevur eina framúr vakra rødd.
Og Herborg legði út við spildurnýggja útgávulagnum, “Innast inni”, sum hon annars hevur spælt live áður. Væl møttu áhoyrarnir vóru við frá byrjan, og tá ið sangurin, “Eg uttan teg”, varð spældur, sang øll fjøldin væl við. Hon hevði til høvið vent eitt sindur um upp á orðini í sanginum, so bæði KÍ og Klaksvík fingu eitt lítið prik, men hetta gjørdi bara lagið á fjøldini enn betri.
Tær báðar høvdu gjørt eina avtalu við “læknan”, og tí valdu tær at steðga á eina løtu, fyri at geva Tinganest pallin. Og tað gjørdist eisini ein perlurekkja av kendum løgum, ið veruliga fekk fólk at syngja við og klappa. “Vágagellan”, “Annan sang”, “1001 nátt”, “Síðsti dansur” og øll hini eyðkendu løgini frá teimum, fingu fjøldina at hoyrast.
Hetta var fyrstuferð, at ein stórur tónleikabólkur vitjaði FríðuTónar, og tað var stuttligt at uppliva góða stemningin millum fólkið.
Aftaná Magnus, Jóan Jakku, Finnur og Holgar høvdu undirhildið við einari góðari tónleikauppliving, varð aftur tíð til at fáa Herborg og Rakul á pallin.
Og tær byrjaðu júst har tær sleptu. Eftir nøkur løg, bæði á enskum og føroyskum, endaði Herborg við sanginum “Náttin var okey”. Men áhoyrarnir vildu tað øðrvísi! Tað bleiv klappað, fløjtað og rópt “umaftur”, so einki annað var hjá henni at gera, enn at byrja sangin umaftur. Og so hoyrdist fjøldin av sonnum!
Ein lívlig og festlig tónleikauppliving á Biskupstorgi á FríðuTónar 2022.
Næsta leygardag er tað SWAY, ið vit kunnu gleða okkum til.


