Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Livraskiljimaskinan økir um inntøkuna

John William Joensen

TFS Tøkni við Guttorm Sørensen úr Klaksvík er á Fish Fair við livraskiljimaskinuni sum kann geva 12.500 kr. eyka burturúr 100.000 pundum.

Livraskiljimaskinan r lítil í vævi og løtt at flyta. Hon er sera einkul, men megnar skjótt og væl at skilja fiskalivur frá restini av innvølinm.
Gutttorm Sørensen sigur, at línubátar, sum hava roynt hana hava valt, fyrst at kryvja og koyra innvølin við livur í kassar, fyri síðani at leggja í maskinuna og skilja livrina frá restini. Roknað er út, at av einum túri uppá 100.000 pund kunnu í minsta lagið 12.500krónur vinnast eyka.