Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívsins Vatn í 280 handlar í Noregi

Tíðindaskriv

Lívsins Vatn verður í næstum at fáa í Vinmonopolet í Noregi. Tað er greitt, eftir at Lívsins Vatn hevur vunnið sær pláss á hyllunum í norsku einkarsøluni frá 1. juli. Hetta váttar Erling Eidesgaard, stjóri í Dism. “Vit hava vunnið fulla distributión. Og tað merkir, at vit koma á hyllarnar í øllum teimum uml. 280 norsku rúsdrekkasølunum.”

Í Noregi hava tey einkarsølu, eins og her hjá okkum. Skipanin er soleiðis, at veitarar verða bodnir at geva tilboð uppá ávíst vøruúrval. Hetta kann vera til avmarkaðan bólk av handlum ella til allar handlar. Hesaferð hevði einkarsølan ynski um eitt milt akvavitt í hálvum litra fløsku til allar handlarnar – eina sokallaða fulla distributión.

“Ynskið frá norsku einkarsøluni var sum skraddaraseymað til Lívsins Vatn, og vit sóu tað sum ein upplagdan møguleika at royna okkum. Vit lótu tilboð inn í samstarvi við eina norska heilsølu, og í mars fingu vit so boð um, at vit høvdu vunnið útboðið”, sigur Erling.

Síðan tey fingu boðini úr Noregi, hava tey havt úr at gera hjá Dism, og hesa vikuna verður tann fyrsta bingjan avskipað til Noregs. “Norski akvavittmarknaðurin er stórur. Tey eru hundrað ferðir so nógv fólk sum vit, og akvavitt er vælumtókt í Norra. Fáa vit bara ein lítlan marknaðarpart, er talan um ein markantan vøkstur av søluni hjá okkum. So hetta er rættiliga spennandi. Nú er bara at vóna, at alt gongur væl, og at kundarnir taka væl ímóti okkum”, sigur Erling.

Lívsins Vatn var fyrsta vøran, ið Dism lat framleiða, og kom í føroysku Rúsurnar í november 2008. Umframt Lívsins Vatn framleiðir Dism eisini Havið og Eldvatn.”