Samrøða í samband við Altjóða Down Syndrom dagin, sum var 21. mars, úr Norðlýsinum nr. 11 fríggjadagin 21. mars 2014.
Samrøða í samband við Altjóða Down Syndrom dagin, sum var 21. mars, úr Norðlýsinum nr. 11 fríggjadagin 21. mars 2014.
Altjóða Down Syndrom dagur er ídag fríggjadagin. Sum sæst aðrastaðni, so verður gjørt burturúr degnum í Løkshøll og Skótahøllini við Løkin.
Í Klaksvík eru eisini børn við Down Syndromi. Rógvi og Anna Maria Joensen høvdu eina dóttur við hesum fyribrigdinum og Anna Maria hevur síðani verið ímyndin av foreldrum at slíkum børnum í Klaksvík. Tí settu vit okkum í samband við Onnu Mariu at fáa ávísing á onkran her at siga okkum eitt sindur um børn við Down Syndromi. Hon vísti á Lindu og Frimodt Rasmussen.
Linda var bæði fyrikomandi og blíð tá vit ringdu, men hon treytaði, sær at sleppa at leggja tað fyri mann sín, Frimodt, áðrenn hon segði ja til eina samtalu í Norðlýsinum. Hetta var týsdagin, eg segði Lindu, at hetta skuldi í blaðið ídag, tí Down Syndrom dagurin verður fyriskipaður ídag, og hetta hevði við sær, at vit máttu bera skjótt at, tí evstamark fyri blaðnum var longu dagin eftir mikudagin.
Týskvøldið ringdi Linda aftur og segði, at tey heldur enn fegin vildu gera eina samrøðu við okkum. Vit avtalaðu mikudagin seinnapartin.
—
Undir Fossum 69 í teirra egna heimi, tóku Linda og Frimodt, saman við lítlu Ingunn ímóti mær.
Ingunn situr í einu fittum stóli í stovuni og hyggur at sjónvarpi og er bert eitt lítið sindur smæðin tá eg byrjið at taka myndir. Hon hevur tó hug at smílast, men er ikki heilt álvulig við hendan svarta gamla mannin, sum inn er komin.
Linda hevur dekkað borð í køkinum og tá vit sessast har og byrja at práta, byrjar eisini Ingunn at kenna seg betur.
—
Eg má viðganga, at eg var rættuliga kedd, tá eg fekk at vita, at nýfødda dóttur okkara hevði Down Syndrom. Eg minnist at beint eftir at hon var fødd, bleiv hon blá og virkaði sum hon ikki fekk luft, har komu læknar og sjúkrasystrar at taka sær av henni. Ingunn varð løgd í kuvøsu og ikki fyrr enn seinni kom hon inn aftur til mín
Frimodt sigur at tey bæði hildu at alt var, sum vanligt, tí vit sóu ikki nakran mun á henni og hinum børnunum sum vit áttu frammanundan.
Vit eiga fýra børn frammanundan, Olivia, sum nú er 21, Grímur, sum er 20, Sámal 17, Lena 12 og so Ingunn, sum nú er 3 og fyllir 4 ár 21. Apríl.
Eg má siga, at læknin, Elmar Ósá, dugdi sera væl at siga okkum, at barn okkara hevði Down Syndrom, sigur Frimodt. Ja, sigur Linda hann var ógvuliga lagaligur. Men, eftir at hann hevði sagt hvussu vorðið var, minnist eg at eg fór yvir at vindeyganum á Landssjúkrahúsinum og hugdi yvir á Nólsoynna, og tað var sum alt datt sundur hjá mær, greiður Linda frá við tár í eygunum. Tað fyrsta sum kom til mín, ímeðan eg standi har eru orðini úr salminum: Lít allar tínar leiðir Og tína hjartasorg Í hendur hans, sum eigur Ta blonku stjørnuborg! Hann trygt á bylgjum gongur Hann stormin hótta kann – Sál, trúgv og stúr ei longur, Tin veg væl finnur hann Eg segði við Gud mín: Veitst tú nú hvat, hetta er meira enn eg klári at bera, eg kasti alt hetta á teg, sum eg lítið alt annað á.
Í slíkari stund kennir tú teg ómetaliga lítlan og maktarleystan. Men, stúrið ongum fyri. Harrin hevur hjálpt okkum ótrúligt á vegnum.
Tá vit nú hyggja afturá, so eru vit glað, ikki minst fyri okkara Ingunn, sum er hon vit øll tjúkla um í dagligdegnum. Tá eg gekk við Ingunn, vitstu vit ikki at hon hevði Down Syndrom. Men, siga bæði Linda og Frimodt, vit høvdu ikki valt øðrvísi, um vit fingu tað at vita áðrenn føðingina. Vit høvdu als ikki kunna liva við at valt hana frá. Eg má siga, sigur Frimodt, Ingunn hevur fingið meg at sæð heilt annarleiðis upp á lívið, hon hevur latið upp ein heilan nýggjan heim fyri mær.
Ja, vit hava ikki somu áskoðan á lívið, sum vit høvdu frammanundan og vit eru sera takksom fyri Ingunn. Hon virkar væl í dagligdegnum. Hon er menningartarnað, ja, men hon kemur seg væl, hon hevur eitt ótrúligt minni, henni dámar sera væl tónleik og hon er eitt lívsstykki her í húsinum. Ein trupulleiki hjá børnum við Down Syndromi er ofta hjarta, men tað hevur ikki bila Ingunn, hon er nú skjótt fýra ára gomul og hevur ikki havt nakrar fylgissjúkur.
Tá eg spyrjið um Ingunn fyllir nógv hjá teimum í dagligdegnum, sigur Linda, at sjálvandi fyllir hon nógv, børn fylla nógv. Hon er ein eftirnølari og tað er bæði strævi og gevandi. Vit hava tað ótrúliga gott saman, og hon er mittpunktið eisini hjá hinum systkjunum.
Tú kanst ikki lata vera við at hugsa hvussu lívið hjá henni frammeftir kemur at lagað seg, men vit vóna, at hon fer at fáa eitt lív í nøgdsemi og vit fara sjálvandi at gera alt okkara fyri at stuðlað henni á vegnum inn í vaksnamannalívið.
—
Tá eg fór avstað, og Frimodt, Linda og Ingunn fylgdu mær út í gongina, kom rættuligt lív í Ingunn, hon hevði einki ímóti at tvætla við mær og kom útum saman við mær og lat hurðina aftur fyri foreldrunum. Vit stóðu uttanfyri í regninum hon skemtaðist og smíltist, ímeðan eg tók myndir – Ingunn vann eisini mín tokka, tað stuttu stund eg vitjaði.
Oliver




