Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívstrygging knappar 4 milj í avlopi

Oliver Joensen

Stórur vøkstur hevur verið í tryggingargjøldum til Føroya Lívstrygging í farna ári, sigur felagið í tíðindaskrivi m.a.

P/F FØROYA LÍVSTRYGGING

Ársaðalfundur 2006

P/F Føroya Lívstrygging hevði ársaðalfund tann 30. mars har ársroknskapur fyri 2006 varð lagdur fram og góðkendur.
Øll nevndin var afturvald. Í nevndini sita Poul Hansen, Súsanna E. Sørensen, Kitty May Ellefsen, Jógvan Mørkøre og Gunnleivur Dalsgarð.
Stórur vøkstur hevur verið í tryggingargjøldum til Føroya Lívstrygging í farna ári. Í mun til 2005 hevur verið talan um ein vøkstur uppá 17,6 % og hetta svarar til, at tryggingargjøldini í 2006 vóru 256 mió. kr. í mun til 218 mió. kr. í 2005. Orsøkin til stóra vøksturin er, at Føroya Lívstrygging hevur fingið fleiri viðskiftafólk, men eisini, at inngjøldini fyri hvønn einstakan eru økt.
Helmingurin av tryggingargjøldunum eru goldin inn til kapitaltryggingar, meðan 27 % er inngoldið til ratu- og rentutryggingar. 18 % av tryggingargjøldunum eru til samlagstryggingar.
Útgoldnar vóru 90,9 mió. kr. í tryggingarveitingum í 2006 og tað eru góðar 20 mió. kr. meira enn í 2005.
Við árslok 2006 vóru tilsamans 19.845 persónar tryggjaðir hjá Føroya Lívstrygging í mun til 19.085 persónar við árslok 2005.
Av tí at rakstrarútreiðslurnar ikki eru øktar í sama mun sum tryggingargjøldini kann Føroya Lívstrygging enn einaferð lækka umsitingargjaldið.
Rakstrarúrslitið fyri 2006 gjørdist 3,9 mió. kr. ið verður lagt afturat eginognini, soleiðis at eginogn felagsins við árslok 2006 er 90,5 mió. kr.
Tryggingartakarin hevur í 2006 fingið tilskrivað 4,5 % í rentu og rentan, ið tryggingartakarin fær tilskrivað í 2007 verður hildin á sama støði.