Í síðstu viku skipaðu Eysturoyar Tjóðveldisfelag og Norðoya Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um nýggju fiskivinnunýskipanina.
Við loyvi frá fyrireikarunum tóku vit fundin upp og kann partur av honum hoyrast niðanfyri. Her er tann parturin, har áhoyrararnir sluppu at seta spurningar til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. Orðstýrari var Magni Arge og eisini svaraði Ingolf S. Olsen frá Tjóðveldinum onkrum spurningum. Fundurin var í Bowlinghøllini í Leirvík mánakvøldið 20. mars.




