Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ljósastakin verður bara fluttur

Oliver Joensen

Tað var myndin, sum Viberg Sørensen teknaði av fiskivinnuni, nú bert eitt havgangandi skip er eftir á Tvøroyri og sera lítil útróður er.

Norðlýsið var á Tvøroyri um vikuskiftið, sjálvandi var myndatólið við, har hittu vit millum aðrar Viberg Sørensen, sum sum vera man var niðri á kajuni, har hann hugdi eftir báti sínum.

Ídag spurdi eg Viberg um fiskiskapin eftir botnfiski. Nei, sigu hann, útróðurin er sera lítil. Nakrir hava plastbátar, men flestu teirra eru í aðrari vinnu og rógva so út, tá teir eru heima. Eitt nú egning uppi á landi er næstan ikki til. Flestu smábátarnir royna við snellu, og so eru tað teir, ið nýta trakt til egningina.

Vit hava bert eitt havgangandi skip eftir her, og tað er Suðuroyingur.

Men fólk fæst við annað, og eg haldi at fólkið hevur tað líka gott sum fyrr. Ikki at siga tær, segði Viberg Sørensen, tá man eldist, so heldur man ofta at broytingarnar eru av tí ónda, men tað er als ikki altíð galdandi. Ljósastakin verður bara fluttur, nakað av tí gamla fer og nýtt kemur í staðin og oftast er tað nýggja líka gott og betri enn tað gamla.

Eg bar upp á mál við Viberg Sørensen, at onkur tvøramaður, sum eg hitti á túrinum har suðuri segði seg ikki vera so væl nøgdan við pelagiska virkið har, tí arbeiðistíðin var long, 12 tímar um dagin, og harafturat hevði virkið bert verið aktivt helvtina av árinum.

Jamen, segði Viberg, tað kanst tú kanska siga, men hetta virkið hevur enn bert virka eina sesong, so tað er alt ov tíðliga at døma virkið. Helst eru tímarnir komnir væl við hjá onkrum. Ætlanin var eisini at virkið skudi verið fari í gongd aftur, men svartkjafturin við føroyar hevur verið ógvuliga smáur í ár og harafturat hevur laksavinnan gingið so væl og tørvurin á fóðuri til laksin hevur verið somikið stórur at tað hevur loyst seg líka væl at lata svartkjaftin til mjøl, segði altso Viberg Sørensen í stuttari viðtalu ídag.

Vit vóru í arbeiðisørindum, sum vit koma nærri inn á í blaðnum í komandi viku, men vit brúktu eisini høvið at ganga ein túr í býnum, ein biltúr til Froðba og eisini runt Hovsegg. Á siglitúrinum við Smyrli komu vit framvið Lítlu Dímun, sjálvandi og har sóu vit lítla húsið, ið sett er upp á oynni.Her eru myndir frá túrinum: