Ljudmila Egholm er úr Arkhangelsk í Russlandi. Hetta er ídnaðarbýur, sum er við ánna Severodvinsk har norðuri við Hvítahavið
Ljudmila er 53 ára gomul og hevur búð í Føroyum í 10 ár. Hon býr í Streymnesi og arbeiðir hjá Tórshavnar kommunu. Frammanundan hevur hon arbeitt á Bacalao. – Her er doyligt, og eg eri ógvuliga fegin um høvið at arbeiða her, sigur Ljudmila, ið ger reint á skrivstovunum hjá miðfyrisitingini í Tórshavnar kommunu.
– Ein eldri vinkona úr Russlandi heitti á meg um at koma til Føroya, tí hon var gift her og treivst so væl. Tá arbeiddi eg sum tøkniligur formaður á fiskaverksmiðju í Arkhangelsk, so tað passaði mær væl at fáa arbeiði á Bacalao.
Ljudmilla hevur trý ára teknikumútbúgving í fiskivinnutøkni úr Russlandi.
– Seinni møtti eg mínum núverandi manni, Alfred, sum er úr Streymnesi, har vit nú búgva. Sjálv havi eg ein son, sum er 32 ára gamal. Saman við russisku konuni og einari fittari dóttur, sum dugir ordiliga væl føroyskt, búgva tey í Leirvík, sigur Ljudmila fegin og leggur afturat, at ommudóttirin hevur gingið í so góðum skúla og lært so væl. – Tey trívast væl í Føroyum, og sama gera øll tey landsfólk, eg havi her í Føroyum, sigur Ljudmila.
Ljudmila hevur tikið føroyskt koyrikort og koyrir nú í egnum bili til Havnar hvønn morgun. – Her er friðarligt, og her er so góð luft. Ja, her er alt, sum kennist mær behagiligt, sigur hon.
– Enn eri eg ikki so politiskt áhugað, mest tí at eg dugi ikki nóg væl føroyskt. Eg má læra meg málið, so eg betur kann skilja, hvat valevnini siga. Men nú møguleikin er har, so ætli eg mær at gera alt fyri at sleppa at velja til kommunuvalið 11. november í ár.
Ljudmila er avmyndað í kjallaranum í fyrisitingarbygninginum hjá Tórshavnar kommunu á Vaglinum í Havn.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo kann lesast um galdandi rættindi hjá útlendingum at velja á kommunuvalinum í ár. Teksturin, ið vendir sær til útlendingar, er á enskum.




