Vit hava í mong ár verið vitni til, at føroyskir landspolitikarar eru lættir at ávirka.
Oddagrein – Norðlýsið
Dømini eru mong, og tað er ongin loyna, at felagsskapir, eins og "losjubrøður", hava tikið seg saman á ymsum økjum, hvørs fremstu endamál júst eru at ávirka politikarar gjøgnum sonevnt lobby-virksemi.
Hetta fyribrygdi, sum hevur verið kent í útlondum í nógv ár, ikki minst í ES-høpi, hevur í ávísan mun heimildarrætt, og er tí lógligt, men hevur kortini ikki serliga gott orð á sær, tí lobbyistarnir eru vorðnir alt fleiri í tali, eru støðugt meira ágangandi og ikki sørt órógvandi fyri vanliga politiska systemið og fólkaræðisligu gongdina.
Spurningurin hevur ofta verið frammi um, hvat gerast kann fyri at steðga ódámligu gongdini, ið støðugt vindur uppá seg. Trupulleikin er, at hetta oftast gongur fyri seg í einum gráøki, og at áhugaða baklandið, ið skipar fyri og fíggjar royndirnar at ávirka politisku avgerðirnar, ikki altíð er kent. Gjøgnumskygni vantar. Ikki sjáldan er nógvur peningur so ella so uppií, og onkuntíð hava tí spurnartekin verið sett við integritetin hjá ávísum politikarum, meðan onkur beinleiðis er lagdur undir mutur.
Talan er oftast um peningaliga sterkar fyritøkur, hvørs áhugamál verða gingin ov nær og sum tí eru sinnaðar til at fara langt fyri at ávirka politisku avgerðirnar "rætta vegin". Hetta verður sjálvandi ikki gjørt við harðskapi ella hóttanum, men við dialogi og argumentum og við at nýta røttu kanalirnar. Rætti lobbyisturin er vælútbúgvin, skúlaður í argumentatión, skilagóður og fólkaligur, men málrættaður. Tað eru nógv fólk, ið beinleiðis liva feitt av hesum og hava tað sum livibreyð.
Okkurt bendir á, at tað kaos, vit eru vitni til á politiska heimavølli okkara í løtuni, í stóran mun er orsakað av lobby-virksemi og politiskari infiltratión. Vit hava sæð tekin uppá hetta t.d. í kostnaðarmikla stríðsmálinum um granskingarpark í Havn, í almennum KT- menningarhøpi og ikki minst í flogvallamálinum. Grefligasta dømið var tó málið um eitt valdømi, sum sær út til at skapað sundurlaðing millum økini og split í fólkinum, og sum samfelagsliga kann fáa vanlukkuligar fylgjur.
Norðlýsið avdúkaði røttu ætlanirnar aftanfyri royndina at gera landið til eitt valdømi og ávaraði staðiliga móti hesum, eins og allir seriøsir serfrøðingar á økinum eisini gjørdu, men kortini varð málið lirkað og trýst ígjøgnum, við vrakaða uppskotinum hjá Sjálvstýrisflokkinum sum fundamenti. Nú gremja politikarar seg alment um, at "frøðingarnir" hava yvirtikið tann flokkin og óttast gongdina, nú ongin er førur fyri at meta um, hvørjar broytingarnar verða eftir komandi val. Fólk tykjast kenna seg ótrygg, serliga í økjum uttan fyri miðstaðarøkið.
Feskasta dømi er royndin at broyta Løgtingssamtyktina at fara undir tunnilsgerð til Sandoyar. Sjálvstýrisflokkurin boðaði frá, at til bar at steðga tunnilsgerðini, og ávísir persónar savnaðu inn undirskriftir móti Løgtingsins ætlanum. Verandi formaðurin fyri Vágatunnilin, og um stutt bil eisini fyri Norðoyatunnilin, gongur í fremstu røð. Tað kann av røttum tykjast undarligt og fellur nógvum fyri bróstið. At hetta paradoksið fekk formenninar í politisku valfeløgunum í Norðoyggjum at tala at, er væl skiljandi og tænir teimum til heiðurs.
Vert er at leggja til merkis, at viðkomandi var kvikur at gera vart við síni grundlógartryggjaðu rættindi sum privatpersónur í samfelagnum og metti ikki, at hann hevði borið seg skeivt at, men hevði bert skrivað undir uppá, at allir pengarnir ikki skuldu nýtast til at bora hol fyri. Hann hevur rætt í, at tað er ikki ólógligt, men grundgevingar hansara eru ódámligar, serliga tann við at neyðugt er við nógvum peningi til annað, tí hann eigur tvey børn, ið skuldu hava bestu útbúgving, avdúkar eina egoismu og eina ávísa kynismu, sum vit uttan iva skulu venja okkum til og helst fara at merkja meira til í komandi liði av landspolitikarum. At hann samstundis alment avnoktaði at kenna nakað til útsøgnina hjá Sjálvstýrisflokkinum um at til ber at steðga tunnilsætlanini, undrar kanska, men eigur ikki at gera nakran bilsnan.
At heimligu lobby-istarnir enn eru á amatørstøði mótvegis teimum professionellu í Brussel, og at drívmegin enn mest er sjálvsøkni, hava vit áður víst á. Hetta man kortini vera føroyingum ein fátæk troyst, tí samfelagsskaðin er longu stórur og kann gerast størri. Hann rakar málvíst og harðliga ávís øki og harvið ávísar stættir og medmenniskju í føroyska samfelagnum.




