Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lógaruppskot: Øll aling í lokaðar skipanir

Oliver Joensen

Canadiska parlamentið “House of Commons” skal seinri í mánaðinum viðgera lógaruppskotið “Bill C-228”, at øll aling fram við vesturstrond Canada skal í lokaðar skipanir. Lógaruppskotið er sett fram av tingliminum Fin Donnelly, og hevur verið til umrøðu fyrr í ár. Orsøkin er fyrst og fremst at verja um villa laksastovnin, næst av steðga ovurstóru dálkingina frá opnu aliringunum.

Í uppskotinum verður eisini mælt til, at tað almenna, stjórnin, skal endurgjalda vinnuna fyri mista inntøku og arbeiðspláss. Verður uppskotið samtykt verður tað ein ovurstór rokning, ið skal gjaldast. Og canadiska alivinnufelagið BC Salmon Farmers Association setur seg hart ímóti uppskotinum, og vísir til kappingarstøðuna har teir meta ein ábyrgdarfull aling vil hava størri fyrimunir fyri strandasamfeløgini, uppruna íbúgvar og vernd av villa laksastovninum.

Eitt stórt alifelag í Canada er Marine Harvest, ið hevur sera ringt orð á sær – sum allar staðir har fyritøkan virkar. Gongdin er hin sama í øllum londum har aling gongur fyri seg. Villi laksurin verður avoyddur, just sum sjósílastovnar, og ovurstóra og eitrandi dálkingin køvur alt lív.

Just sama støða er galdandi í Føroyum har alivinnan kann gera sum henni lystir, og uttan at nøkur munandi krøv til vernd av sjóumhvørvinum verða sett. Enntá heimilar Alideildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – uttan nakað lógargrundarlag – at tað skal verða loyvt at dumpa brúkt lúsabasingarevni út í firðirnar. Sera eitrandi lúsabasingarevni sum Azamethiphos verður blandað við Cypermetrin til ein vandamiklan koktail, og eftir nýtslu dumpað út í firðir og sund.

Hydrogenperoxid í nógvum hundrað tonsum verður tveitt á sjógv, og stendst ovurstórur skaði á alla livfrøðina. Greitt er at slíkt einki hevur við burðardygga vinnu at gera, men er ein karráð gagnnýtsla av náttúrugivnum umstøðum, og uttan minstu fyrilit.

Fiskivinnan er á knøðunum og gongur av skriðuni til. Og alivinnan kemur ikki at hóvra undan soleiðis sum hon verður rikin. Heldur enn at taka tarvin við hornini, meðan hann enn kann takast, lata politikarnir standa til – meðan alivinnan er so karvandi – so leingi hon frítt kann toyggja seg uttan minstu krøv til tryggjan av náttúruni og umhvørvinum.

Lógaruppskotið kann lesast her:

http://www.parl.gc.ca/HousePublications/Publication.aspx?Language=E&Mode=1&DocId=8122852

Kári Thomsen