Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir tveimum løgfrøðingum til setan skjótast gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving og málsviðgerð í landsins fyrisiting, so eru hesi størv kanska nakað fyri teg.
Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.
Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, gera hoyringssvar, umframt at umboða stjórnarráðið í arbeiðsbólkum og samstarvsfora.
Talan er um eitt fast starv og eitt avloysarastarv í ½ ár. Arbeiðsøkið í fasta starvinum fevnir serliga um náttúru-, og umhvørvismál umframt byggi-, lendis- og býarskipanarøkið, meðan avloysarastarvið fevnir serliga um kommunumál.
Størvini eru mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast størvini eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanirnar fevna um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til:
Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á himr@himr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30. januar 2017, kl. 12:00.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hilmar Høgenni, deildarstjóra, tlf. 304050 ella umvegis teldupost til hilmarh@himr.fo.
Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.




