Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lógin skal verja móti viðkvæmum upplýsingum

Helgi Abrahamsen

Løgmansskrivstovan hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum skal verja fólk við møguligum gen-sjúkum, móti at verða fyri mismuni í samband við, at tryggingaravtalur verða gjørdar.

Løgmansskrivstovan hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum skal verja fólk við møguligum gen-sjúkum, móti at verða fyri mismuni í samband við, at tryggingaravtalur verða gjørdar.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Løgmansskrivstovan, at í verandi løtu er hópur av verkætlanum í gongd í Føroyum, har granskað verður í genetiska arvatilfarinum hjá føroyingum. Til ber at kanna, um ein frískur persónur hevur ættarbregði til ella er í serligum vanda fyri at menna ella fáa eina sjúku.

”Hættirnir at kanna og avdúka ættarbregði hjá einum persóni mennast skjótt, og ilt er at spáa um, í hvussu stóran mun hetta fer at lata seg gera í framtíðini,” sigur Løgmansskrivstovan, sum ásannar, at tílíkar granskingar seta krøv til lóggávuna.

Kanningarnar kunnu hava positivan týdning fyri persónin sjálvan og heilsuøkið, men úrslitini av slíkum kanningum kunnu eisini vera misnýtt av til dømis arbeiðsgevarum og tryggingarfeløgum. Tí vil Løgmansskrivstovan hava lógina broytta.

Skotið verður upp at broyta lógina soleiðis, at eitt tryggingarfelag ella eitt pensjónsfelag ikki skal kunna nýta aðrar upplýsingar í samband við eina váðameting enn upplýsingar um verandi og áður verandi heilsustøðu hjá einum persóni.

Uppskotið er sent til hoyringar, og hoyringarfreistin er 12. desember.