Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Lógin um sjófeingi samtykt

Jóhann Lützen

Samgongan hevur atkvøtt lógina um sjófeingi ígjøgnum við triðju viðgerð. 17 úr samgonguni atkvøddu fyri og 15 úr andstøðuni atkvøddu ímóti

Viðgerðin byrjaði fyrrapartin og hevur verið merkt at stórari ósemju millum samgongu og andstøðu. 

Kristin Michelsen var ikki í salinum tá atkvøtt var, hann fór til Suðuroyar fyrr í dag. 

Andstøðan ynskti at fáa málið aftur í nevnd, men tað málið varð stemmað niður. Hópin av broytingaruppskotum hjá andstøðuni vórðu síðan stemmað niður áðrenn samgongan stemmaði sítt broytingaruppskot til lógina um sjófeingi ígjøgnum.