Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður á fund við stjórnarleiðarar á Jersey

Danial Viðoy

Løgmaður skal á fund við stjórnarleiðararnar á Jersey og Guernsey, nú hann verður staddur á Jersey í sambandi við Oyggjaleikirnar.

Løgmaður skal á fund við stjórnarleiðararnar á Jersey og Guernsey, nú hann verður staddur á Jersey í sambandi við Oyggjaleikirnar.


Tað skrivar Løgmansskrivstovan.

Sunnudagin er fundur við Chief Minister of Guernsey, Jonathan Le Tocq. Týsdagin skal løgmaður á fund við Chief Minister of Jersey, Senator Ian Gorst og Minister for External Relations, Senator Sir Philip Bailache.

Á skránni eru møguleikar og avbjóðingar hjá smærri oyggjasamfeløgum. Løgmaður fer eisini at kunna seg um viðurskiftini hjá Jersey og Gurnsey við ES, og partarnir fara eisini at umrøða mál av felags áhuga í hesum sambandi.

Løgmaður fer av landinum í kvøld.