Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður ætlar ikki at ríkisveitingin skal minka enn meira

Helgi Abrahamsen

“Er tað politikkurin hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum at minka um pengarnar, sum eru ætlaðir til vælferðarøkini.” Tað spurdi Bárður Nielsen, løgtingsmaður, Løgmann, í einum ófráboðaðum fyrispurningi á tingfundinum í gjár.

“Er tað politikkurin hjá samgonguni og Javnaðarflokkinum at minka um pengarnar, sum eru ætlaðir til vælferðarøkini.” Tað spurdi Bárður Nielsen, løgtingsmaður, Løgmann, í einum ófráboðaðum fyrispurningi á tingfundinum í gjár. Við hesum vísti hann til avtaluna sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur gjørt við donsku stjórnina um ríkisveitingina.

Løgmaður svaraði við at vísa til samgonguskjalið. Avtalan við donsku stjórnina sigur, at ríkisveitingin er fastfryst í 4 ár, men har stendur eisini, at hon kann broytast aftur í hesum 4 ára skeiðinum.

“Ætlanin er ikki at gera annað enn tað sum stendur í avtaluni, nevniliga at lata hana vera fastfrysta tey komandi 4 árini,” segði Løgmaður.

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, spurdi, hví tað stendur í avtaluni, at landsstýriskvinnan sjálv kann gera broytingar, uttan at spyrja løgtingið eftir, og Bárður Nielsen helt, at um eingin ætlan er um at lækka ríkisveitingina enn meira, so er upplagt, at §2 í lógini (sum gevur landsstýriskvinnuni heimild at broyta ríkisveitingina) verður strikað.

Løgmaður segði, at hann var ikki samdur við hesi tulkingini, og tí helt hann tað ikki vera neyðugt at broyta avtaluna.

Harleyfacadeacryl