sigur Jógvan við Keldu, sum sjálvur upplivdi at løgmaður royndi at detailstýra embætisverkinum í Innlendisráðnum
Vit hava biði Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismann í Innlendismálum, um eina viðmerking til støðuna nú Løgmaður hevur sett Jacob Vestergaard frá.
– Eg havi ikki so nógvar viðmerkingar til málið, men grundgevningarnar hjá løgmanna tykjast mær løgnar, tá hann tosar um detailstýring.
– Tá eg var landsstýrismaður í m.a. útlendingamálum, fekk eg harraboð frá løgmanni, at koma á fund har hann bað meg um at viðgera útlendingamál soleiðis, at teir útlendingar, sum vóru í landinum, kundu verða verandi – meðan teir útlendingar, sum ikki vóru komnir til landið, skuldu avgreiðast eftir lógini.
– Grundgevingin hjá løgmanni var at teir útlending, sum ikki vóru komnir til landið hevði ein ikki sett "andlit á" og tí var lættari at viðgera teir eftir lógini.
– Hesum harraboðum sítti eg fyri at aktað – tí at bæði embætisverkið og eg mettu hetta verða í stríð við lógina.
– Eg skilti at løgmaður við hesum boðum – vildi stýra mínum embætisverkið – júst sum hann nú hevur skuldsett Jacob Vestergaard fyri at gera.
– Eg dugi ikki at síggja nakra linju í embætisførsluni hjá løgmanni, sigur Jógvan við Keldu í stuttari viðmerking




