Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður bíðar og tað sama ger landsstýrismaðurin og andstøðan

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum bíðar eftir eini frágreiðing frá sínum egna ráðið um flytingarnar av veiðuloyvum, sum Løgtingsins Umboðsmaður, hevur sagt eru ólógligar. Løgmaður bíðar eftir Landsstýrismanninum og andstøðan bíðar eftir løgmanni. Ímeðan eru skipini, sum fingu veiðuloyvini framvegis til fiskiskap. Og VØRN hevur fingið boð um at bíða til 26. juni, at afturkallað veiðuloyvini

Og sum skilst bíðar andstøðan á løgtingið eftir hvat Løgmaður ætlar at gera nú skipini framvegis fiskað, hóast Landsstýrismaðurin hevur ásannað, at tað var ólógligt at flyta veiðuloyvini frá linuskipum til uppisjóvarskip.

Norðlýsið hevur spurt seg fyri hjá andsstøðuflokkunum og sum skilst eru teir meira hugaðir at seta ein kanningarstjóra, at kannað embætisførsluna hjá Løgmanni og Landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, heldur enn at leggja fram misálit.

Tað er neyvan væntandi at samgongulimir fara at atkvøða fyri einum misálitið, men politiskt verður truplari at atkvøða ímóti at seta ein kanningarstjóra.

Harafturat skullu bert 14 undirskriftir til at løgtingsformaðurin verður noyddur at seta ein kanningarstjóra og tí krevst ikki stuðul frá samgonguni.