Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Løgmaður boðar frá løgtingsvali

John William Joensen

Javnaðarflokkurin hevur longu sett fulla ferð á valstríðið og í hesum sambandi boðar flokkurin frá at eitt serligt blað “Javnaðartíðindi” er útgivið og fer at koma út hvønn ársfjóðring.

Í gjár kom ein teldupostur frá Javnaðarflokkinum við hesari heilsan:
…..Niðanfyri er eitt leinki til nýtt blað, sum Javnaðarflokkurin fer at geva út hvønn ársfjórðing. Í blaðnum ber til at lesa oddagrein frá formanninum, samrøður við valevni, politikarar og limafeløg og tikið verður samanum arbeiðið hjá flokkinum seinastu mánaðirnar…..
Blaðið kann lesast her: https://issuu.com/javnadarflokkurin/docs/javnadartidindi0718 
 
Flødaskúm
Blaðstjóri á nýggja “Javnaðartíðindum” er Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð, sum sambært sínum egna facebook vanga hevur lisið Kandidat í forvaltning og  BA Public Administration. Hon er 2. næstformaður í Javnaðarflokkinum og er roynd í miðlaverðini har hon hevur starvast á Løgmansskrivstovuni, KVF, Bókadeild Føroya Lærarafelag og Mess Media. Fyri tí grafiska arbeiðinum hevur Oluffa Joensen staðið. Oluffa  arbeiðir sum skrivari á flokkskrivstovuni og hevur annars drúgvar royndir, sum grafikari á m.a. Dimmalætting og ESTRA.
Lat okkum beinanvegin rósa omanfyrinevndu fyri eitt sera jaligt og væl úr hondum greitt blað.
Innihaldið er sum tað sømir seg einum valblaðið á tremur við flødaskúmi til lesararnar.
Politiskar ósemjur, skandalir og annað tílíkt er viska burtur og lesarin fær absolutt tað besta av tí besta sum Javnaðarflokkurin sigur seg hava framt/uppfunnið og er trygd veljarana fyri.
Sjónarmið, sum ikki savnað fjøld av veljarum eru læst inni í flokkskápinum hjá Javnaðarflokkinum og skullu helst ikki takast fram aftur fyrr enn eftir komandi løgtingsval.
Hóast Javnaðarflokkurin datt sundur beint eftir seinasta løgtingsval, og síðani hevur koyrt í minst trimum bólkum, eru framstandandi kend Javnaðarfólk kring alt landið umboðaði í blaðnum, við væl filtreraðum boðskapum, sum eru snikkaðir saman fyri at geva eina heild, ein flokk – Javnaðarflokkin.
Hyggur man nærri eftir tí sum tey skrivað, sum í dagliga orðaskiftinum hava verið ósamd við førda politikkin hjá samgonguni, so eru orðini so væl snikkaði, at lesarin far tað fatan, at øll eru samd um førda politikkin, hóast tey als ikki eru tað.  I
Talan er um fagligt vælaverk, sum er væl ”teima”, og verður sent fjøldini samstundis, sum vit bíða eftir Ólavsøkurøðu Løgmanns, formanni og oddviti Javnaðarflokksins.
Við brúkiligari veljarakanningum í rygginum, skuldi tað ikki undra um vit í morgin ikki fingu at vita, at løgmaður skrivar út løgtingsval at verða í heyst – livst so spyrst!
 
Flødaskúm og Trump
Aftur til politiskt flødaskúmið.
Sjálvur havi eg drúgvar royndir í at skriva, seta upp og geva út politisk flokksbløð til Fólkatings-, løgtings- og býráðsval. Havi arbeitt fyri flestu flokkar við slíkari uppgávu, serliga í 90unum. Felags fyri bløð sum Javnaðartíðindi er at tey eru designaði til at geva  fólki eina fatan av, at velur tú ”flokkin” so verður vælstandur í landinum ella uttan okkum er einki vælferðarsamfelag yvirhøvur.

Alt er jaligt og visionert, kryddra við pottaplantum ílætin smá lyfti um tunnlar, vega stubbar v.m..
Hendan tíðin fram til eitt val, er ein sera spennandi men eisini ein sera merkilig tíð.
Tí hóast politikarar dagliga sleppa at siga tað teir hava hug til – og á einhvønn hátt, sleppa avstað við ti eisini – so ber av tá val er útskrivað. Ráðandi almenna fatanin er at tá val er útskrivað, eru øll flokkstrúgv og nú er loyvt øllum at tveita um seg við lyftum. Ein kann sjálvur siga tað ein vil. Rætt ella skeivt hevur ikki so stóran týdning í einum valstríðið tí tá er alt lov – eisini at spilla onnur út – bara tað gagnar “flokkinum”.

Soleiðis hevur verið í øllum vestur Evropa síðan demokratiska skipanin vit kenna í dag, fór at virka.

 

“Change” segði Obama, sum stjórnaði USA til fólki, einans átta ár seinri valdu Trump at broyta broytingina hjá Obama.

Men leggja vit alt hetta saman, og omaná leggja tað sum Løgmaður møguliga í røðusíni til tjóðina ferð at boða frá skal henda.

Er tað tá løgið um kunnu væntað at síggja persónar, sum Donald Trump vinna fram millum manna, eisini her í Føroyum?

Tá vit í generatiónir hava havt eina skipan har vit eru von við at politisk lyftir ongantíð halda, er ikki løgið at fólk leita til persónar, sum eru óðir og misnøgdir við tey ráðandi og sum svørjar eiðir um at tey meina tað tey siga og veruliga ætlað at føra lyfti út í lívið – kostað tað tað kosta vil?

–       Hygg hvussu hini hava snýtt tykkum. EG SKAL…….
 
Var ein biltúr í høvuðstaðnum í gjár og beint við skansan møtti eg einum kenningi, sum eg ongantíð áður havi hoyrt tosað politikk.
–   Vit mangla ein Trump í Føroyum, ein sterkan leiðara, sum kan rista øll hasi sum liva av og í skipanini, segði hann málskur áðrenn hann gloypti einum pylsuhundi.
 
Jú hvør veit – kanska næsti Løgmaður eitur Jóannes Trump?
 
Góða Ólavsøku
 
 

Harleyfacadeacryl