Kaj Leo Holm Jóhannesen, situr í løtuni og orðar røðuna hann sum Løgmaður skal halda í Løgtinginum á Ólavsøku. Hetta verður uttan samanbering mest positiva røða sum eg havi hildið í mínari tíð sum Løgmaður. Búskapartølini sum hvørja viku koma á borið úti í Tinganesi venda øll rætta vegin og tað er í sterkari andsøgn til hvussu búskaparstøðan var tá eg tók við sum Løgmaður tann 26. September 2008.
Kaj Leo Holm Jóhannesen, situr í løtuni og orðar røðuna hann sum Løgmaður skal halda í Løgtinginum á Ólavsøku. Hetta verður uttan samanbering mest positiva røða sum eg havi hildið í mínari tíð sum Løgmaður. Búskapartølini sum hvørja viku koma á borið úti í Tinganesi venda øll rætta vegin og tað er í sterkari andsøgn til hvussu búskaparstøðan var tá eg tók við sum Løgmaður tann 26. September 2008.
Kaj Leo Holm Jóhannesen, løgmaður hevur í seinastu lagt rygg til sera harðar atfinningar og verður í løtuni kannaður av serligum kanningarstjóra sum løgtingið hevur sett at kanna politisku og embætisligu handfaringina av málinum um Skálafjarðartunilin.
Í málinum um fortíðina hjá Jørgen Niclasen kom tað til skarpskeringar í Sambandsflokkinum beint undan summarfrítíðini har sjálvur tingbólkurin var um at skrædna tá tveir av níggju í tingbólkinum atkvøddu saman við andstøðuni at fella fíggjarmálaráðharran.
Røðan á Ólavsøku
Men hóast ein skuldi trúð at nevndu mál kundu ávirka hugin hjá Løgmanni at skriva eina politiska røðu sum skal seta út í korti fyri Tjóðina, so sigur Løgmaður at tað fyri hann ongantíð hevur verið so hugaligt sum júst nú at skriva røðuna til Ólavsøku.
– Tá eg tók við sum løgmaður í september 2008 peikaðu allir pílar beitt niður. Tá vit viðgjørdu fíggjarlógina fyri 2009 var tað eingin sum hevði eitt boð uppá hvussu stórt undirskotið hjá Landskassanum fór at verða. Tosað var um 1 mia. kr. og 1,2 mia. kr. og endin varð eitt undirskot á umleið 700 mió. kr.
– Men nú gongur ikki dagur at positiv búskapartøl verða løgd fyri landsstýrið og tað gongur somikið væl í løtuni at undirskotið hjá landskassanum í ár verður væl niðanfyri 200 mió. kr.
– Enntá einstøku húsarhaldini, sum síðani búskaparkreppuna – hava verið sera sparin og afturhaldandi hava nú eisini fingið trúnna á aftur føroyska búskapin og eru farin at brúka pengar.
– Tað nýggjasta er at semja nú eisini millum allar partar um støddina á samstarvs eindunum í samband við at eldraøkið verður lagt út á kommunurnar at umsita og hetta er samstundis byrjanin til eina heilt nýggja og spennandi tíð fyri eldraøkið í Føroyum.
– Í stuttum kann eg bara fegnast og staðfesta at vit hava megnað at stýrt Føroyar burtur úr búskaparkreppuni og tað hava vit gjørt við m.a. raðfestingum og breiðkan av skatta grundarlagnum.
– Tí er hetta mest jaliga løgmansrøða eg havi hildið higartil sum løgmaður og tað kann eg fyrst og fremst takka einari sera arbeiðssamari og ábyrgdarfullari samgongu.
IKKI val í heyst
Spurdur um Løgmaður fer at brúka Ólavsøkurøðuna til at útskrivað val svarar løgmaður soleiðis:
– Eg eri av teirri sannføring at vit eru vald at stjórnað hesum landið í 4 ár og tí er tað okkara uppgáva sum politikarar at finna neyðugu semjurnar um tey ymisku politisku málini, og sum samfelagsligu útlitini eru í løtuni ivist eg heldur ikki í at løgtingslimir eru spentir og hugagóðir at sleppa aftur til arbeiðis eftir Ólavsøku at loysa tey mál sum nú einaferð eru.
– Fyrr ella seinri kemur ein samgonga eftir hesa og tá kann eg við heilum hjarta staðfesta at ein komandi løgmaður arvar ein búskap og eina tjóð sum er munandi betur fyri enn vit arvaðu – og tí gleði eg meg til á Ólavsøku at fortelja fyri øllum føroyingum at vit í felag, sum eitt av heilt fáu londunum í Evropa, hava megnað at vent eina hóttandi búskaparkreppu til sannan búskaparvøkstur.




