Í løtuni sita teir tríggir samgonguleiðararnir, Jóannes, Jørgin og Kaj Leo á fundi og sum Norðlýsið skilir eru fleiri uppskot á borðinum
Sambart eini nýggjari veljarakanning sum Dimmalætting hevur gjørt far løgmaður bert undirtøku frá 7% av føroya fólki og í løtuni situr hann á fundi fyri at bjarga breiðu samgonguni.
Sum Norðlýsið skilir so arbeiðir løgmaður við at fáa undirtøku fyri einum broytingaruppskotið, sum merkir at Føroyar vera eitt valdømið frá 2008.
Eisini eru aðrar avmarkingar innbygdar í uppskotið.
Men tað eru alt fleiri tinglimir sum yvir fyri Norðlýsinum siga at best er við at útskrivað nýval og sum skilst so verður hetta meira sannlíkt – sum tíðin gongur.
Spola vit tíðina aftur tá Anfinn Kallsberg var løgmaður fekk hann undirtøku frá næstan 50 prosentum av fólkinum, tá hann var populerast.
Tì má sigast at Javnaðarflokkurin hevur fingið sera lítið burtur úr at eiga løgmanssessin – men so er spurningurin um løgmaður klárar vandasjógvin sum samgongan siglir í løtuni.
Ímeðan rokast verður í samgonguni heldur Edmund Joensen fast um sítt uppskot og í seinasta enda kann tvøra lindi hjá løgtingsformanninum koppa skútuni hjá løgmanni.




