Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, hevur kært løgmann fyri landsstýrismálanevndina, tí løgmaður hevur givið løgtinginum skeivar upplýsingar.
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, hevur kært løgmann fyri landsstýrismálanevndina, tí løgmaður hevur givið løgtinginum skeivar upplýsingar.
”Eg havi ikki selt nakað fiskiloyvi, tað er ikki rætt!” Tað segði løgmaður á tingsins røðarapalli tann 31. mars í fjør, tá uppskotið um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016 var til viðgerðar.
Orðaskiftið í løgtinginum var hvast henda dagin, og Jacob Vestergaard segði í eini viðmerking til løgmann, at løgmaður hevði sjálvur selt fiskiloyvi persónliga undir skipanini við umsetiligum kvotum. Men hesum vísti løgmaður aftur. Hann hevði ikki selt nakað fiskiloyvi.
Men 22. februar í ár svaraði løgmaður einum fyrispurningi frá Jacob Vestergaard, og tá viðgekk hann, at hann hevði selt part í einum skipi, sum hann átti í.
”hvør prísurin var er óviðkomandi fyri løgtinginum,” segði løgmaður, og tí vildi hann ikki upplýsa fyri løgtinginum, hvussu nógv hann hevði fingið fyri søluna.
Løgmaður umbar seg við, at tað sum hann hevði selt var sín part í sjálvum skipinum, og ikki fiskiloyvið, men Jacob Vestergaard vísti á, at tað er staðfest í einum dómi, at tá tú selur ein part av einum skipi, so selur tú eisini tilsvarandi partin av rættindunum sum skipið hevur.
Nú hevur Jacob Vestergaard kært løgmann fyri landsstýrismálanevndina, fyri at hava givið løgtinginum skeivar upplýsingar.




