Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður er ótilrokniligur

John William Joensen

Hans Pauli Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum heldur at tað var púra ógrundað og burtur úr vón og viti at tveir tinglimir í javnaðarflokkinum vístu slíka vannvirðing og óloyalitet móti flokkinum og formanninum sum gjørt var undir atkvøðugreiðsluni í løgtinginum.

Hans Pauli Strøm, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður hjá Javnaðarflokkinum heldur at tað var púra ógrundað og burtur úr vón og viti at tveir tinglimir í javnaðarflokkinum vístu slíka vanvirðing og óloyalitet móti flokkinum og formanninum sum gjørt var undir atkvøðugreiðsluni í løgtinginum.

Eg havi eftirfylgjandi hugsa nógv um hvørt tað nú var rætt av andstøðni at leggja uppskot fram um misálit, tá man óiva visti at tað fór at verða felt av samgonguni. Og niðurstøðan er at vit fyrr ella seinri máttu koma til at misálit skuldi leggjast fram, tí tað ber ikki til at landið verður stjórna av einum ótilrokniligum Løgmanni, sum situr sum ovasti leiðari. Tað er prógva at Kaj Leo meira enn nakar annar í samgonguni hevur stuðla Kára P. Højgaard í hesi viðgerini og ikki fyrr enn týðandi samgongufólk, pressan, andstøðan og almenningurin uppá tað harðasta gjørdu vart við sína misnøgd, broytti Løgmaður kós. Umframt at fjølmiðlar hava prógva at løgmaður í fleiri førum hevur sagt ósatt var eisini talan um beinleiðis korruptión tá løgmaður fyri at fáa undirtøku fyri garvillu privatu verkætlanini, royndi at keypa sær undirtøku frá andstøðulimum. Vit kunnu og eiga ikki at góðtaka at vit hava ein slíkan stjórnarleiðara.

Lokalfeløgini

– Eg haldi at vit hava verið sera heppin at hava fingið Aksel V. Jóhannesen sum flokksformanni í Javnaðarflokkinum, tí vit mugu minnast til at flokkurin var í kreppu tá hann tók við og undir hansara leiðslu er flokkurin komin á rætta kós. Harafturat meini eg at Aksel er ein rættur statsmaður, sum er sakligur og dugur sera væl at umboða flokkin og tey sjónarmið, sum vit sum flokkur hava. Tí var tað ótilgeviliga óloyalt av Gerhard og Kristin at seta formannin í hesa støðuna og hetta krevur eina innanhýsis uppgerð, sum eg meini at lokalfeløgini hjá teimum báðum tinglimunum eiga at taka stig til, sigur Hans Pauli Strøm sum enn er aktivur í Javnaðarflokkinum og politiska orðaskiftinum.

Harleyfacadeacryl