Í morgin fer løgmaður at svara skrivligum spurningi í løgtinginum, samstundis sum 3-manna bólkur undir fíggjarmálaráðnum kemur við niðurstøðu um landskassaveðhald uppá 41 milliónir krónur, sum hongur í felag hjá landsstýrismanninum
Trímannanevndin hevur fyri einum mánaða síðan givið eitt sera torskilt løgfrøðiligt svar – har nevndin ivast í heimildunum at loyva Kongshavnar Útgerðarfelag at flyta eitt landskassaveðhald uppá 41 milliónir krónur yvir á annað skip.
Hóast Fíggjarmálaráði fleiri ferðir hevur heitt á trímannabólkin um at koma við einari greiðari niðurstøðu – so er einki hent – og sum skilst hevur bólkurin av løgfrøðingum nú lovað fíggjarmálaráðnum at svarið verið latið í morgin.
Um umsóknin frá Kongshavnar Útgerðarfelag ikki verður gingin á møti er støðan tann, at felagið skal rindað landskassanum 41 milliónir krónur aftur.
Á skránni fyri løgtingsfundin í morgin er m.a. at Jóannes Eidesgaard skal svara skrivligum fyrispurningi frá Jacob Vestergaard spyr um persónligu viðurskiftini millum landsstýrismannin í fiskivinnumálum, vinnuna og landskassan.
Í svarinum fer Løgmaður m.a. at siga at hann hevur fult álit á landsstýrismanninum – og at hann m.a. hevur sæð skjøl sum prógva at Tórbjørn hevur goldið fyri partabrøvini, sum hann keypti frá sínum egna felag.
Løgmaður undirstrikar tó, at hann hevur ikki møguleika at kanna privatu viðurskiftini hjá landsstýrismanninum.
Dimalætting skrivaði her fyri at TAKS var í ferð við at kannað nógv umtalaða partabrævasøluna og løgmaður sigur í svarinum at hann hevur fult álti á TAKS.
Harafturat ligur málið um Kongshavnar Útgerðarfelag framvegis í Landsstýrismálanevndini.
Meira um hetta seinri.




