Løgmaður hevur seinnapartin, umvegis telefon, fingið kunning frá danska uttanríkisráðharranum, Per Stig Møller, um hvalaveiðumálið.
Teir umrøddu ætlanirnar hjá Altjóða Hvalaveiðunevndini, IWC um at gera eitt hvalafriðingarøkið í Suðuratlantshavinum. Uppskotið kemur fyri á næsta ársfundinum hjá IWC, ið verður í Kili 23. til 27. juni.
Uttanríkisráðharrin boðaði frá, at meirilutin í Fólkatinginum er fyri uppskotinum. Undanfarnu ár hevur Danmark atkvøtt ímóti tílíkum uppskotum.
Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismenninar í uttanríkismálum og fiski- og tilfeingismálum staðfest føroysku støðuna til málið.
Løgmaður boðaði uttanríkisráðharranum frá, at Føroyar undir ongum umstøðum góðtaka, at Danmark atkvøður fyri uppskotinum, tí tað samsvarar ikki við avtaluna um, at Danmark skal umboða áhugamálini hjá Føroyum í IWC.
Uttanríkisráðið fer tí í næstum at senda donsku stjórnini eitt mótmælisskriv. Løgmaður og uttanríkisráðharrin samdust um, at í atkvøðufrágreiðingini á IWC-fundinum skal viðmerkjast, at Føroyar eru ímóti uppskotinum.
Málið verður somuleiðis tikið upp á næsta Ríkisfundi, ið verður í Føroyum 24. juni.




