Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgmaður hevur mist allan uttanríkispolitikkin á gólvið

John William Joensen

Tjóðveldisflokkurin hevur í eini røð av løgtingsmálum, í uppskotum til samtyktar, fyrispurningum, og í tilráðingum í uttanlandsnevndini gjørt vart við, at tað er bráðneyðugt, at føroyingar taka ræði á egnum uttanríkispolkitikki.

Men tíverri bendir alt á, at samgongan tekur eitt afturstigið fyri og annað eftir.

Løgmaður sigur seg hava roynt fleiri Evropastrategiir, men alt hetta skeiðið er bara Íslandssáttmálin undirskrivaður – og hann lá klárur til undirskrivingar, tá hann tók við sum løgmaður fyri skjótt fýra árum síðan.

EFTA málið veit eingin nakað um, og allar sakligar skilagóðar loysnir frá okkara síðu eru skotnar niður.

Loftferðsluøkinum sita aðrir á, samráðingunum á handilsøkinum spyrst einki burturúr, og ikki so frægt sum eitt orðaskiftið hava vit fingið á tingi alt hetta samgonguskeiðið um hesi týdningarmiklu mál.

ES londini arbeiða av kraft við at skipa ein felags uttanríkispolitikk, sum eisini fevnir yvir føroysk viðurskifti.

Ísland og Noregi hava kastað saman um strategiska týdningin av íslendska, norska og føroyska lofthavinum yvir Norðurhøvum.

Loftrúmið er býtt upp soleiðis, at Ísland hevur ábyrgdina av sivilu loftferðsluni frá 610 N til Norðpólin og frá 00 til grønlendsku vesturstrondina.
Vit hava staðiliga mælt frá, at fleiri skjótar fyribilsloysnir verða tiknar á loftferðsluøkinum, men tað er kortini júst tað, ið verður gjørt.

Ráðførsla var í uttanlandsnevndini í februar mánaði 2007 um føroyska eygleiðarastøðu í innara marknaðinum hjá ES fyri loftferðslu umvegis EU-Balkan-avtaluna.

Samgongan og Miðflokkurin kastaðu saman við løgmanni og tóku undir við donsku tilráðingini um eygleiðarastøðu í ECAA.

Danir mæltu løgmanni til at ganga “einastu skjótu leið” og so varð gjørt.

Samgongan og Miðflokkurin staðfestu av nýggjum:

· at uttanríkispolitiska heimildarlógin forðaði fyri, at Føroyar kundu gerast partar av avtalum við onnur lond, ið Danmark longu hevur avtalu við,
· at Føroyar skulu gerast partur av avtaluni umvegis víðkan av donsku luttøkuni í avtaluni,
· at Føroyar hvørki fingu status sum sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt, ella fingu sjálvstøðuga umboðan við fullum rættindum,
· at danska grundlógin enn einaferð varð brúkt móti Føroyum og føroyskum áhugamálum, sum ikki fáa fullan limaskap í altjóða sáttmálum viðvíkjandi loftferðsluøkinum og heldur ikki í Norðurlandaráðnum,
· at Føroyar bert fingu skerda leiklutin sum eygleiðari uttan atkvøðurætt.

“einasta skjóta leiðini” – sum er donsk diktatstýring – og donsk fatan av, at føroyskir myndugleikar ongar heimildir eiga á uttanríkisøkinum varð stoypt føst í hesi avtalu.

Tjóðveldisflokkurin skoraði hinvegin undir, at ábyrgdin av føroyska loftrúminum varð tikin heimaftur til Føroya sum skjótast, og at farið var undir samráðingar um at gerast partur av innara marknaðinum hjá ES fyri loftferðslu umvegis EU-Balkan-avtaluna.

Vit ávaraðu ímóti, at føroyskir myndugleikar valdu aðra loysn, har Føroyar umvegis danskt umboð skuldu niðurbindast til bert at hava talurætt í eini nevnd, ið skuldi taka avgerðir viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum.

Vit ávaraðu ímóti, at føroyskir myndugleikar góðtóku danska tulking av, hvørjar heimildir og møguleikar føroyskir myndugleikar høvdu á uttanríkispolitiska økinum eitt nú viðvíkjandi loftrúminum.

Ísland og Noregi hava sum sagt kastað saman um strategiska týdningin av lofthavinum í Norðurhøvum.

Tað velduga føroyska loftrúmið gerst partur av hesi ætlan uttan føroyska luttøku, tí føroyskur sjálvsavgerðarrættur er tyrvdur undir donsku grundlógini og ”Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne.”

Uttanríkispolitisku viðurskifti okkara eiga at síggjast í heildarhøpi, har ein avgerðin tekur í hondina á aðrari. Er kósin skeiv, tá lagt verður frá landi, koma vit ongantíð hagar vit ætla okkum.

Fyri tveimum árum síðan skutu vit upp at taka flogferðslu á egnar hendur saman við øðrum smærri dagføringum, so at leiðin til EFTA- felagsskapin lá greið.

Varð hetta málið samtykt, høvdu vit havt eina munandi sterkari tilgongd bæði til ECAA málið, føroyska loftrúmið og EFTA-felagsskapin.

Vit kunnu ikki annað enn harmast um, at samgongan á sera ódemokratiskan hátt forðaði hesum løgtingsmáli víðari viðgerð á tingi.

Hví Miðflokkurin tók eitt skarvslop øvugta vegin í ECAA málinum, vita vit ikki, men fyri tveimum árum síðan var hann so á rættari kós.

Vit harmast um, at samgongan og Miðflokkurin nú avmarka møguleikarnar hjá Føroyum á uttanríkispolitiska pallinum, hesuferð staðfest í einum donskum uppriti frá Udenrigsministeriet tann 24. oktober 2006.

Føroyska lofthavið hýsir so mongum møguleikum bæði í friðar- og ófriðartíðum, og einki er meiri náttúrligt enn at vit sjálvi hava eygað við ferðsluni her um okkara leiðir.

Tað er soleiðis stak umráðandi, at føroyingar sum skjótast sjálvir seta upp ein radara á Sornfelli til at leiða sivilu loftferðsluna í Føroyskum loftrúmi, og at ongar “skjótar loysnir” verða tiknar um at lata øðrum hesa uppgávu.

Tí er tað so stak umráðandi at fáa hesi málsøki undir føroyska umsiting og ábyrgd sum skjótast, so vit ikki gera sama mistakið, sum vit gjørdu í ECAA málinum.

Tíðin er komin hartil, at vit gerast ein sjálvstøðugur partur í einari tilgongd á loftferðsluøkinum, sum fevnir yvir okkara egnu viðurskifti í friðartíð, og sum eru grundarlagið undir støðu okkara, um ófriður skuldi tikið seg upp, hvat eingin okkara vónar.

Vit eiga støðugt at hava fyri eyga, at lofthavið yvir Føroyum framvegis er av alstórum týdningi í trygdarpolitiskum høpi, og at vit tí ikki eiga at gera nakra verjuavtalu Føroya vegna, so leingi sum vit ikki umsita og bera ábyrgdina av hesum málsøki sjálvi.

Tjóðveldisflokkurin fer tí støðugt at virka fyri, at taka stig til at fáa málsøkið undir føroyska umsiting og ábyrgd, so at føroyingar sum sjálvstøðug tjóð finna sín egna leiklut í verjuskipanini og valdsjavnvágini í Norðuratlantshavi, har vit tryggja okkara grannalondum, at vit ikki eru ein hóttan fyri trygdarpolitikkin í Norðurhøvum.

Hergeir Nielsen
Løgtingslimur